Lesiprei

Ivast tú í, hvørja bók tú skalt lesa næstu ferð? Hvat siga nýggjar kanningar um lesing? Hvussu fært tú góðar lesivanar? Her kanst tú lesa um bøkur til børn og vaksin og alt, sum hevur við lesing at gera.

ung, Lesiprei, Bókaprei, Børn, Jólakalendari 2020

2. desember

So var bara ein pakki eftir. Harry tók hann upp. Okkurt flótandi og silvurgrátt gleið niður av songini og legði seg á gólvið við skyggjandi faldum. Ron kikkaði eftir ondini. ”Eg havi hoyrt um hatta,” segði hann lágmæltur.

ung, Lesitiltøk, Børn, Skúli

Hvussu fáa vit lesing inn á skúlarnar?

Tað er umráðandi fyri áhugan hjá næminginum at vitja bókasavnið, at innrættingin er tíðarhóskandi. Tað skal vera møguleiki fyri, at næmingar kunnu sita og lesa og/ella arbeiða í hugnaligum, friðarligum og væl innrættaðum hølum.

ung, Lesiprei, Bókaprei, Børn, Lesitiltøk

Norðurlendsk bókmentavika: Tendra eitt ljós og les

Heitt verður á okkum at tendra kertiljós og lesa søgur. Endamálið við verkætlanini er at breiða út kunnleika um norðurlendskar bókmentir og at halda í hevd norðurlendska siðin at siga søgur.

Lesiprei, Bókaprei, Ummæli

Eitt innlit í fløkjaliga menniskjasinnið

Lesarin fær í savninum So hon starir inn í veggin innlit í mannin og dreingin, í plágaðu mannasálirnar. Greitt verður frá trupla parlagnum, har tey eru givin at tosa saman, og har tey brúka nevarnar heldur enn orð.

Lesiprei, Børn

At lesa fyri børnum gevur lesihug

Danmarks Biblioteksforening hevur júst almannakunngjørt eina kanning, sum vísir, á hvønn hátt vaksin kunnu eggja børnum, frá tí tey eru heilt lítil, at lesa.

Lesiprei, Børn, Skúli

Gevið lesingini tíð og ans

Børn skulu ikki bara læra seg at lesa tey fyrstu árini í skúlanum, men eisini so nógv annað. Sambært norska professaranum, Kristin Sunde, er lesingin tó so mikið týdningarmikil fyri innlæringina hjá børnum, at fólkaskúlin í stóran mun átti at raðfest hana.

Bókaprei, Børn

Eingin er sum Pippi

Í ár eru 75 ár síðan, at fyrsta bókin um Pippi Langsokk kom út. Bøkurnar eru síðan komnar út í 77 ymiskum londum, og vit eiga eisini fleiri av hesum bókunum á føroyskum.

Ung, Ummæli

Ummæli: Dreingirnir

Skrivingarlagið er lætt og kann tykjast provokerandi, og lesarin verður noyddur til at taka støðu til, hvørji mørk hann setir sær sjálvum. Heitið á bókini er Dreingirnir, men bókin snýr seg allarmest um genturnar.

Bókaprei, ung

Grafiskar skaldsøgur

Grafiskar skaldsøgur til stór børn og ung bjóða lesaranum eina øðrvísi bókauppliving, har myndirnar eru við til at siga søguna. Grafiskar skaldsøgur kunnu vera góðar hjá teimum, sum vanliga ikki tíma so væl at lesa - og so eru tær eisini bara hugtakandi og vakrar!

Bókaprei, Ung

Bukað

Bukað er ein ógvuliga rørandi søga um eina unga gentu, sum verður sligin av mammu síni. Hon sigur tað ikki fyri nøkrum, men goymir tað inni við seg sjálva. Í staðin halda øll, at hon er dottin á súkkluni.

Lesiprei, Lesitiltøk, Bókaprei, Jólakalendari 2020

1. desember

Ljós brunnu í støkum, og skuggar av monnum leikaðu sum trøll á hvítskúraðum bróstum. Men eingin var harðmæltur, allir vóru sáttligir og sømiligir í jólagleði síni.

Børn, Bókaprei

Luddi og Lundisa: Søgan byrjaði í lundalandinum í Mykinesi

– At møta onkrum, sum at byrja við er fremmandur, men síðani kann blíva ein góður vinur. Tað er rættiliga fantastiskt. Tað er ikki so lætt hjá øllum at finna vinaløg, men viðhvørt skal man bara taka av møguleikanum, sum er beint framman fyri sær.

Ung, Lesiprei, Bókaprei, Børn, Ummæli

Torir tú …

Hann eitur Bartal og líkist einum skrímsli. Bartal er hvørki óndur ella óhugnaligur, hóast hann sær soleiðis út, og hóast hann býr í einum húsi, sum kallast Skrímslagarðurin.

Lesiprei, Bókaprei

- Deyð fólk hava altíð hugtikið meg

'Rakki': ein lítil óvandur hundur. Tað kemst av, at ein identifiserar seg við tey lægstu í samfelagnum. 'Ljóð' sigur seg sjálvt. Og 'rakkaljóð' ljóðar bara so væl.

Lesitiltøk

Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú setir ein lesiring á stovn?

Fólk við áhuga fyri bókum hittast í tí privata at tosa um bøkur av og á, og bókasøvn skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið, har tosað verður um bøkur

Lesiprei, Málmenning

Hvussu kann málteigurin í KVF brúkast í skúlanum?

Sendingin Málteigurin hevði riggað væl í undirvísingini, tí at sendingin er pedagogisk og fer víða málsliga. Tað eru nógvir møguleikar at brúka sendingarnar, her eru nøkur dømi.

Bókaprei, Ung

Holocaust í nýggjum ungdómsbókum

Holocaust er eitt evni, sum altíð fer at vera viðkomandi hjá ungum fólki at lesa um. Við sjónarhornunum hjá børnum og ungum geva bøkurnar okkum nýggjar mátar at hugsa, undrast og seta spurningar til fortíðina og okkara egnu samtíð.

Bókaprei, Børn

Tríggjar smábarnabøkur um at fara í bað

Tað er stuttligt at lesa um tað, sum barnið kennir úr sínum egna gerandisdegi - so sum at fara í bað.

Ung, Ummæli

Ummæli: Einki samband

Uttan at avdúka ov nógv av søgugongdini kann eg lova tykkum, at tað er ein rusjibani av kenslum við einum enda, ið liggur í huganum langt aftaná, man er liðugur við søguna.

Bókaprei, Børn

Málverjin og havið – stuttlig og innilig

Maria Parr, sum ofta verður samanborin við Astrid Lindgren, hevur skrivað eina inniliga og stuttliga søgu um vinalag, sambond millum ættarlið, forelskilsi og tey stríðini, sum bæði børn og vaksin mugu ígjøgnum viðhvørt.

Lesiprei, Bókaprei, Børn

8 jólabøkur, sum tú mást lesa í desembur

So er hann her. Desembermánaður. Og nú kunnu vit endiliga loyva okkum at kava niður í søgur um sneisamenn, snjósystrar, Scrooge og so nógv annað gott. Niðanfyri finnur tú átta góðar bøkur til tey yngstu, sum fjálga upp aftur meiri um henda frammanundan hugfarsliga mánaðin!

Lesitiltøk, Bókaprei

- Vit sita púra stillar og lurta

Hetta illveðurskvøldið verður lisið úr Dagbók hjá Peri í Rituvík um niðursetufólkini í Rituvík. Katrin lesur, sum vant, og hinar sita sum í andakt. Av og brýtur onkur av við eini viðmerking til okkurt navn, sum hon kennist við, og onkur minnist onkra hending. Annars hoyrist bert glintið frá stokkunum.

Lesiprei, Bókaprei, Lesarin

Arnfríð Lützen

- Ein sera innilig, rørandi og væl skrivað bók. Eg havi arbeitt sum hjálparfólk á eini demensdeild í nøkur ár, og har vóru nógv ting, sum eg kendi aftur frá arbeiðnum. Eg má siga, at tá feldi eg nøkur tár.

Ung, Lesarin, Bókaprei, Børn

10 góðar til heystferiulesnaðin hjá familjuni

Dagarnir styttast, og veðrið verður illfýsið og kaldari, men inni kunnu vit hugna okkum við eini góðari bók. 
Her eru 10 góð boð upp á bøkur, sum familjan kann savnast um hetta heystið.

Lesiprei, Børn, ung

Gentur lesa meiri enn dreingir … er tað so einfalt?

Dreingir lesa minni enn gentur, teir hava verri lesiførleikar enn gentur, og teir eru ikki eins nógv áhugaðir í bókmentum sum gentur. Soleiðis verður stundum lagt fyri, tá hagtøl, sum avdúka lesivanar hjá kynunum, verða almannakunngjørd. Men er tað nú so einfalt?

Lesitiltøk, Ung, Børn

Góðir lesivanar sum ein bjargingarvestur

Nýggj kanningin vísir, at tað veruliga munar at lesa í frítíðini, og at ungdómar við ringum sosialum korum, sum verða eggjaðir til at lesa í frítíðini, oftari fara undir eina miðnámsskúla- ella læruútbúgving enn tey, sum ikki lesa í frítíðini.

Bókaprei, Børn

Heimsins vandamiklasta harkalið – garvilt, stuttligt og kul

Heimsins vandamiklasta harkalið heldur til í Ræðuborgini í Illaskógi. Tey gera øll í grannalagnum hjartkipt og liggja altíð í einum hørðum tvídrátti við Ræðuliga dreingjaharkaliðið.

Bókaprei, Ung

Ein fongur fyri fantasy-fjepparar

Røðin eftir Philip Pullman um Myrkursins frumevni - tær tríggjar bøkurnar Norðlýsi, Tvíeggjaði knívurin og Ravkikarin - eru millum tær best umtóktu fantasy-bøkurnar í heiminum. Nú er enski rithøvundurin farin í holt við eina nýggja røð, sum eitur Bókin um dust.

Bókaprei, Børn

Lær um tíð og støddir við gronutu mariuhønuni

Eitt sum eyðkennir bøkurnar hjá Eric Carle er, at tær bæði siga eina søgu og samstundis læra barnið um eitt nú tøl, dagar, skap, tíð og litir.

Bókaprei, Børn

Mannagongd til lívið?

Hevur tú tørv á eini mannagongd til, hvussu tú skalt handfara gerandisdagin, lívið og tær kenslur, sum stinga seg upp í hesum? So er tað kanska seinastu barnabókina hjá Carl-Johan Forssén Ehrlin, tú skalt í holt við.

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2020 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo