6. desember

06.12.21

Sum smágenta minnist eg, at omma plagdi at lesa Familie Journalen. Hvørji jól var ein kirkja í blaðnum, prentað á fínt papp. Jólakirkjan skuldi klippast út og límast saman – næstan sum eitt siropskøkuhús. Abbi og eg bygdu hana á hvørjum ári – tað var okkara egna traditión. Vit sótu við spísiborðið og arbeiddu. Hann drakk kaffi, og eg fekk ein barnadrekkamunn. Appilsinir við nelikum hingu uppi undir loftinum úr longum reyðum silkibondum, og á gólvinum stóð heimsins minsta jólatræ. Best av øllum dámdi mær at koyra lím á fingrarnar og pilka tað av aftur, ímeðan abbi savnaði seg um at klippa... og at byggja.


Mia H. Smith er listakvinna og arbeiðir sum grafiskur sniðgevi. Hon hevur eitt nú myndprýtt ymsar søgur í Mín jólabók.