
6 jólaligar bøkur
03.12.25
Einki kann sum jólasøgan seta rætta jóladámin yvir jólastákanina. Her fært tú seks boð uppá jólaligar søgur.
Jólagrísurin
Jólagrísurin eftir J.K. Rowling er vorðin rættur jólaklassikari hjá nógvum. Jólagrísurin er søgan um Jack og besta vin hansara, grísabamsuna. Av tí, at hann sum lítil segði gísjaba, tá hann skuldi siga grísabassi, bleiv bamsan bara rópt gísjaba. Stutt fyri jól hendir tað ræðuliga, at gísjaba verður vekk, og jólaævintýrið um leitanina eftir besta vininum byrjar.
Hetta er ein framúr søga fyri alla familjuna. Tann vaksni lesarin bæði flennir og grætur saman við Jack, meðan yngri lesarin kennir seg aftur í spenninginum og longslinum eftir bleyta vininum.
Bókin kom út á føroyskum í 2021. Bergur Rasmussen týddi.
Jól í Hogwarts
Dámar tykkum væl søgurnar um Harry Potter, er jólaútgávan av fyrstu jólunum hjá Harry á Hogwarts eitt gott boð uppá eina hugnaliga jólasøgu. Jól í Hogwarts er brot úr fyrstu bókini um Harry Potter, Harry Potter og vitramannasteinurin. Í Jól í Hogwarts hava jólini fingið myndir av Harry og vinunum, sum geva ta heilt røttu kensluna av jólum við kava, livandi ljósum, góðum mati, jólagávum og ikki minst eini heilt serligari gávu uttan avsendara.
Jól í Hogwarts kom út á føroyskum í 2024.
Les eisini: Jólagrísurin gjørdi mær mun
Dinosauravinir – jólagávan
Dinosauravinirnir eru altíð væl umtóktir millum tey yngstu. Í bókini um jólagávuna fáa vinirnir ein ordans hvøkk, tá tann stóra og loyndarfulla gávan brádliga ein morgunin er horvin. Saman fara teir út í óhugnaliga skógin at leita eftir horvnu jólagávuni.
Dinosauravinir – jólagávan kom út á føroyskum í 2024. Lars Mæhle skrivaði og Lars Rudebjer teknaði. Silja Aldudóttir týddi úr norskum.
Jólini hjá Miru
Mira er ein genta um 10-12 ár. Hon býr saman við mammu síni í Keypmannahavn, og annaðhvørt vikuskifti vitjar hon pápa sín. Hon hevur ein gerandisdag við skúla, vinum og eini eitt sindur flovisligari mammu viðhvørt. Fýra bøkur eru útgivnar um Miru, og høvundurin og teknarin hava vunnið fleiri virðislønir fyri bøkurnar.
Jólini hjá Miru er ein jólakalendari við 24 pørtum, sum eru ein blandingur av teknirøð, teksti og kreativum uppgávum. Ein uppløgd bók hjá børnum at lesa sjálvi, tó kunnu tey vaksnu læra bæði eitt og annað við at lesa bókina saman við barninum.
Jólini hjá Miru kom út í 2025. Sabina Lemire hevur skrivað, og Rasmus Bregnhøi teknaði. Silja Aldudóttir týddi úr donskum.
Les eisini: Yndisjólasøgan hjá Anniku Øyrabø
Jól við Astrid Lindgren
Nýggja útgávan við søgum eftir Astrid Lindgren, er sum bíløgd til jólahugnan. Jól við Astrid Lindgren er eitt savn við sjey av søgunum eftir Astrid Lindgren, sum snúgva seg um jólini. Í bókini sleppa vit við, tá tey í Kattholti halda jól, vit fylgja revinum, sum gongur runt á garðinum, og vit sleppa við, tá Pippi stjelur eitt jólatræ.
Bókin er komin í 2025.
Jólini koma í mumidalin
Hvør elskar ikki Mumi? Mumitrøllini sova sum vant jólini burtur. Men hesi jólini kemur róp í, tí jólini koma. Men hvørji eru jólini? Eru tey vandamikil? Hvat dámar teimum at eta?
Mumitrøllini hava nógvar spurningar um gátuføru jólini.
Ein ómetalig fitt søga um fyrstu jólini hjá Mumi og teimum.
Jólini koma í mumidalin kom út í 2023. Ása H. Ellefsen týddi eftir Tove Jansson.
Les eisini: Jólini í mumidalinum
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út allar bøkurnar, sum eru at fáa í bókahandlunum ella á bókasøvnunum.











