top of page

Karl er vorðin Karla

20.01.22

Hetta og aðrar tillagingar er nakað av tí, sum vit kunnu vænta av krimirøðini TROM, sum skjótt fer um allar geilar, og kann gera Hannis Martinsson til ein kendan harra. Røðin TROM byggir á krimibøkurnar eftir Jógvan Isaksen um blaðmannin Hannis Martinsson. Men hvørja av bókunum skal spenti hyggjarin kasta seg yvir, um ein vil fríska sítt minni og vera til reiðar, tá røðin verður at síggja? Vit hava spurt upphavsmann og høvund Torfinn Jákupsson, hvussu vit Hannis Martinsson-fjepparar kunnu fyrireika okkum til røðina.


Hvørja bók um Hannis Martinsson skulu vit lesa, um vit vilja fyrireika okkum til røðina?

Fyrst skal sigast, at røðin ikki er ein beinleiðis filmsútgáva og at hon tískil ikki verður sum at lesa bøkurnar. Men hon tekur støði í Blíð er summarnátt á Føroyalandi (1990) og høvuðssøguni í henni um Hannis og Sonju. So eru tað eisini elementir úr Gráur oktober (1994), Krossmessa (2005) og Norðlýsið (2009), sum eisini mynda søgugrundarlagið fyri hesa fyrstu sesongina av røðini.

Í TROM tvinni eg saman persónar, støð og hendingar úr hesum fýra bókunum, og havi eg gjørt eina nýggja søgugongd, sum hevur kravt nakrar tillagingar í framleiðsluni. Til dømis valdi eg at sleppa voice over-partinum, har ein hoyrir tankarnar hjá Hannis, tá ein lesur bøkurnar. Har hava vit so verið noydd at finna aðrar loysnir at lýsa Hannis og hansara serliga lyndi. Røðin má eisini fylgja við tíðini, sum er liðin, síðani fyrstu bøkurnar komu út. Tí er t.d. hondskrivaða brævið, sum Hannis fær frá Sonju í fyrstu bókini, í staðin vorðin til eini videoboð á sosialu miðlunum í røðini. Sum heild er vónin tó, at røðin enn hevur tað sama føroyska huglagið sum bøkurnar, hóast hon er øðrvísi.


Hvat kanst tú siga um høvuðspersónarnar í TROM?

Søgan byrjar við Sonju, sum er náttúruverndarfólk og hvørvir stutt eftir, at hon hevur sent eini gátufør boð til Hannis, har hon fortelur, at hon óttast fyri lívi sínum, at hon arbeiðir við einum serligum máli og hevur tørv á hansara hjálp sum journalistur. Vit fylgja síðani Hannisi, sum hevur livað sum útiseti í mong ár, men avger at venda heim aftur á klettarnar, tá ið hann ikki fær samband aftur við Sonju og so fer undir sítt egna kanningararbeiði.

Í mun til bøkurnar tosar Hannis í røðini danskt, men hann er føddur í Føroyum og skilir enn føroyskt. Løgreglumaðurin Karl, sum vit kenna frá bókunum, er í røðini skiftur út við donsku løgreglukvinnuna Karlu Mohr, sum hevur búð í Føroyum mong av teim somu árunum, sum Hannis hevur verið burturi, og skilir hon tí eisini føroyskt. Men tey finna ikki væl út av tí. Afturat teimum kunnu m.a. nevnast Ragnar í Rong, sum verður spældur av Olaf Johannessen, og Haraldur, sum verður spældur av Hans Tórgarð. Tey, sum kenna bøkurnar, koma nokk at kenna elementir av teimum karakterunum aftur. Og so er Føroyar eisini eitt slag av høvuðskarakteri í sær sjálvum eins og í bókunum, vildi eg sagt.

Sum heild endurspegla høvuðspersónarnir á hvør sín hátt nøkur gjøgnumgangandi tema. Røðin snýr seg um felagsskap og familju og eitt samfelag í broyting. Søgan viðger tøgn sum ein kollektivan bjargingarbúna, sum tó eisini kann kvala okkum, og evni sum persónliga synd, bjarging og rættvísi. Samstundis nemur hon við nøkur politisk evni við støði í einstøku karakterunum og teirra spentu støðu til hvønn annan.


Hvussu fekst tú hugskotið til at gera krimibøkurnar til sjónvarpsrøð?

Eg havi altíð havt stóran áhuga í sjónvarpsrøðum, og eg fekk tankan, hví eingin slík føroysk sjónvarpsrøð nakrantíð er gjørd. Eg eri sjálvur uppvaksin við bókunum hjá Jógvani Isaksen, sum eisini er partvíst uppvaksin í egnu heimbygd míni Gøtu, og eina ferð, tá eg var til arbeiðis á Fiskavirking í Gøtu, fekk eg hetta hugskotið um at byggja víðari upp á fyrsta morðið í bókunum, sum verður framt á Støðlafjalli. Tað gingu tó nógv ár, áðrenn eg treiv í aftur hetta hugskotið.

Blíð er summarnátt á Føroyalandi er nokk ein tann best kenda føroyska krimisøgan, og flest øll kenna karakterin Hannis Martinsson. Men eg mátti fáa frælsi frá Jógvani til gera røðina til mína egnu og ikki eina bókstavliga filmatisering, um hon skuldi eydnast, sum eg ætlaði, og tað samstarvið hevur bara gingið fyrimyndarliga væl.


Nær verður røðin víst, og hvat kunnu vit vænta?

Hon verður fyrst at síggja á Viaplay. Júst nær tað verður, verður kunngjørt í næstum. Tað vera seks partar á góðar 45 minuttir.

Eg havi arbeitt við hesum í fulla tíð í góð trý ár nú, og hetta hevur verið ein lærurík ferð. Nú eri eg spentur at vita, hvat fólk fara at halda, tí røðin verður víst um allan heim. Eg vænti mær sum vera man eitt sindur av hvørjum. Í Føroyum hava atfinningar til dømis verið ímóti, at ávísir karakterir í bókunum eru broyttir ella vorðnir ein hálvur ella heilur dani, men eg haldi ikki, at tað skaðar nakað. Fólk hava fullan rætt til at halda tað, sum tey vilja. Sum heild, so síggi eg bara hetta sum byrjanina til nakað nógv størri.


Kringvarp Føroya fer eisini at vísa røðina eftir, at hon er komin út á Viaplay. Fyri stuttum varð somuleiðis  kunngjørt, at TROM skal sýnast á viðurkenda týska filmsfestivalinum Berlinale, sum verður í februar.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page