1. desember

Teir sótu hvør á sínari tunnu. Ímillum teirra á gólvinum stóð ein kertistubbi og lýsti. Knappliga hoyrdist gongd uppi á vegnum. Samson lurtaði.

– Hatta er Óli við Liða, segði hann. Eg kenni hann á gongulagnum. Hann er sjáldan vanur at vera seinastur at koma og ynskja okkum gleðilig jól.

Teir fóru útum og lurtaðu eftir fótaferðini, ið nærkaðist í hvørjum. Í bygdini sóust nú einstøk ljós, eisini á løgmansgarðinum var fólk farið at kvaklast.

– Ja, nú hava vit brátt allar jólagestirnar, segði Samson.

Teir virðiligu bøndur, sum árla á morgni komu inn at ynskja løgmanni gleðilig jól, teimum varð beint inn í innastu stovu, har sum Sámal løgmaður sjálvur skonkti fyri teimum. Teir yngru komu ikki longri enn inn í stórstovuna, og har vóru synirnir vertir, og annað neyðar fólk fekst næstan ikki at fara longri enn inn í roykstovuna.

Øllum var tó ríviliga boðið, og umsíðir vóru øll sett til borðs uttan um frálíkt turt tjógvakjøt. Ljós brunnu í støkum, og skuggar av monnum leikaðu sum trøll á hvítskúraðum bróstum. Men eingin var harðmæltur, allir vóru sáttligir og sømiligir í jólagleði síni.


(Barba og harra Pál, Jørgen-Frantz Jacobsen, Christian Matras týddi, Sprotin/Emil Thomsen, 1972 

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo