top of page

2. desember

02.12.21

Jólini eiga at hava hendingar, sum koma aftur og aftur. Tað skal bera til at gleða seg til hetta, sum bara hendir hesa einu ferð um árið. Sum barn høvdu vit nógv ymiskt, vit gleddu okkum til, men eitt, sum situr sum eitt heitt, trygt minni, er søgan, sum pápi okkara las fyri lítlabeiggja mínum og mær hvørji einastu jól.


Vit fingu altíð nógvar søgur lisnar, og tí tað finnast so óendaliga nógvar góðar søgur í verðini, var tað ikki ofta, at vit hoyrdu ta somu, men hvørji jól lósu vit Snjódrotningina hjá H.C. Andersen, sjálvandi í sínum uppruna, við óhugnaliga trøllspegilinum; vøkru løtunum við lítlu Kaj og Gerdu á altanunum millum húsini; ræðuligu løtuna, tá Kaj broytist og hvørvur og longu ferðina hjá Gerdu at bjarga spælibróðrinum.


Eg gloymi ongantíð reyðu skógvarnar, sum flóta burtur, tær tosandi blómurnar, krákuna, røvaragentuna við stóra knívinum og lappakonuna. Og at enda stóru løtuna, tá Gerda kemur fram og sær Kaj leggja perfekta ísputlispælið fyri at fáa allan heimin og einar reyðar skoytur. Søgan varð fortald okkum við slíkum inniligleika, at hon ongantíð fer úr minninum. Hvørja ferð eg hugsi um søguna, síggi eg myndirnar fyri mær, sum sótu vit trý enn í stóra lenistólinum, sum langt síðani er burtur, og livdu ferðina saman við Gerdu.


Reglan “...thi roserne vokser i dale” í vakra sálminum “Hin vænasta rósan er funnin” hjá Brorson fer ongantíð at vera annað fyri meg enn ein partur av vakra ævintýrinum um Sjódrotningina.


Rakel Helmsdal er virkin rithøvundur og kend fyri at skriva bøkur til børn og ung. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page