top of page

5. desember

05.12.21

Ein søga um ein hund


Er úr eini gamlari útgávu av Míni jólabók. Eg minnist, at eg og mamma mín sendu eina søgu um Lady, gamla hundin hjá abba mínum, inn til Jólabókina, og at hon kom í bókina. Hetta var ein søga, ið stóð okkum sera nær sum børn. Vit elskaðu, tá mamma las úr Jólabókini, og serliga, tá hon las søguna um Lady. Eg má fara at finna hesa bókina fram aftur, tí vónandi verður ikki ov leingi, til okkara egnu børn eru klár at hoyra hesa søgu.


Serliga í ár renna tankarnir aftur til søguna um Lady. Alt tað, eg minnist, hevur ein Lady verið í familjuni, og allar hava tær verið nakað heilt serligt. Í ár halda vit fyri fyrstu ferð í nógv, nógv ár jól uttan nakra Lady. Okkara seinasta Lady andaðist fyri fáum døgum síðan, og saknurin er sera stórur, men samstundis, sum eg skrivi hetta, hugsi eg um allar tær góðu løturnar, og hvussu stóra gleði ein hundur í roynd og veru gevur einum heimi. Søgan í Míni jólabók var um hundin Lady, ið var funnin á einum ruskplássi og fekk eitt nýtt heim í Æðuvík. Um hvussu hon ansaði eftir vogninum, sum eg lá í, tá eg var nýføðingur, og hvussu hon leyp á sjógv fyri at bjarga einum smálambi, hóast hon var bangin fyri vatni.


Seinastu níggju árini hava vit sjálvi átt eina Lady, ein blandaður Border Collie, við stórari persónligheit. Vanliga eru Border Collie hundar seyðahundar, men tað var hendan tíkin absolutt ikki, hóast tað upprunaliga var ætlanin. Henni dámdi nógv betur at liggja á sofuni og dasa, blíva kelað og spæla bólt. Hon smíltist soleiðis, at allar tennirnar sóust, tá ið hon var glað, ella tá fólk komu á vitjan. Hon hevði sjálv lært seg at njósa og spæla forkølað, um hon vildi hava meira uppmerksemi ella serliga, um tað regnaði úti, og hon heldur vildi vera inni. 


Hendan Lady hevði ein heilt serligan tokka til fólk, ið ikki høvdu tað so gott – var tað sálarliga ella kropsliga, so setti hon seg altíð hjá teimum, klemmaði tey og gav teimum allan tann kærleika, hon megnaði. Var eg sjúk, so var hon eisini sjúk og kundi vera púra fyri ongum í fleiri dagar – serliga tá eg var við barn og eisini síðsta ár, tá eg stríddist við einum diskus. Men so skjótt eg hevði tað betri, hevði hon tað eisini betri. 


Á jólum eru vit saman við okkara familju, teimum, vit elska, og her eru okkara kelidjór einki undantak. Saknurin eftir okkara Lady er stórur, men vit eru takksom fyri tíðina, vit fingu við henni, og hvør veit? Kanska ein søga um hana kemur í Mína Jólabók einaferð?


Harriet Olafsdóttir av Gørðum er bóndi og íverkseti búsitandi í Æðuvík. Hon er eisini fotografur og kend fyri mongu myndirnar av seyði í blómukransi. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page