top of page

14. desember

14.12.21

Dukkurnar klárar til jólaleik


Á serstovuni Ziska 4 á Skúlatrøð í Klaksvík hava næmingarnir arbeitt við einum dukkuleiki, sum tekur støði í jólaevangeliinum.


- Gjøgnum jólamánaðin gera flestu skúlaflokkar eyka burturúr við at hugna um og kanska við at venja jólaleik. Tað hildu vit, at vit eisini skuldu royna, og tí valdu vit at gera ein dukkuleik saman við næmingunum, sigur flokslærarin, Margretha Hansen.


Talan er um seks børn í aldrinum 11-16 ár, sum hava ymiskar avbjóðingar. Margretha greiðir frá, at hóast lesing kann vera ein avbjóðing fyri summi, er lesihugurin stórur í flokkinum.


- Ein afturvendandi partur av okkara undirvísing er at lesa søgu fyri teimum, og tað vísir seg, at tey hava lætt við at lurta eftir søgu. Vit lesa nógv saman í tí dagliga og nýta tá hættir sum punktumlesing, ekkólesing, kórlesing, parlesing og so framvegis, og vit tosa um ymisk orð og innihaldið í søguni. Eisini eru vit í holt við eitt lesiskeið, sum lesivegleiðarar á skúlanum hava gjørt. Lesiskeiðið inniber m.a. at lesa upp á tíð. Tey, sum ikki duga at lesa, sleppa at fortelja hinum, hvat søgan snýr seg um, og tey hava eisini møguleikan at lurta eftir ljóðbókum.


Seinastu vikurnar hava tey arbeitt við at gera dukkurnar klárar og at fyrireika leiklutirnar, sum skulu spælast til sjálva sýningina. Útgávan, ið flokkurin hevur nýtt, er úr bókini Bíbliusøgur eftir Svenning Tausen, har ein barnavinarlig útgáva av jólaevangeliinum er at lesa.


- Vit valdu at brúka teirra áhuga fyri søgum til at lata tey sjálvi mynda persónarnar úr jólaevangeliinum og síðani at framføra teir. Tey hava sjálvi valt persónarnar, tey vilja vera, og hava síðani evnað dukkurnar. Til framførsluna spæla tey leiklutirnar, meðan ein av okkum lærarum lesur søguna upp. Tað gevur teimum so nógva gleði, og tey gerast so errin av at síggja, at tey megna at skapa eitthvørt sjálvi.


Ætlanin var, at leikurin skuldi framførast fyri hinum serflokkunum, men orsakað av korona fer tað ikki at lata seg gera. Í staðin fara tey at taka leikin upp og senda foreldrunum hann, soleiðis at tað verður eitt slag av framførslu, hóast tað kanska ikki vera fólk til staðar í rúminum.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page