24. desember

24.12.21

Mín yndis jólasálmur


Ár eftir ár syngja vit teir somu sálmarnar, tá jólini nærkast. Teir gerast ikki gamlir, og vit troyttast ikki av teimum, kanska tí vit syngja teir eitt ávíst tíðarskeið í árinum, og síðani hoyra vit teir ikki aftur fyrr enn næsta ár.


Vit kenna øll hesar sálmarnar, t.d. “Gleðilig jól”, “Eg gleðist so hvørt jólakvøld” ella “Í Betlehem, í Dávids stað”. Hesir eru allir vakrir og jólaligir og bera boð um tað, sum jólini snúgva seg um: lítla Jesu barnið.


Hóast hesir allir eru flottir, so er mín yndissálmur ein annar, nevniliga “Føgur er foldin”, sum danski B. S. Ingemann skrivaði í 1850, og sum Jákupi Dahl týddi til føroyskt í 1912.


Fyrstu tvey ørindini eru í veruleikanum ikki so jólalig, tá vit hugsa um tað. Tað er ikki fyrr enn í seinnu helvt av næsta ørindinum og síðani í triðja og seinasta ørindi, at jólini koma við í sálmin: 


“Onga tíð tagnar ljóðið av himni, 

sum gleðir sálir her á fold. 


Einglar tað kvóðu jólanátt for hirðum, 

mann eftir mann hoyrdist sama lag: 

Friður á foldum, menniskja, frø teg, 

tær føddur frelsari er í dag.”


Meðan eg skrivi hesi orðini niður, kann eg ikki lata verða við at syngja tey innantanna, tey kunnu líkasum ikki skrivast, uttan eisini at verða sungin. Tey eru so vøkur, og fyri meg essensurin av jólunum. Eitt ljóð, sum onga tíð tagnar – friður á foldum, menniskja skal gleðast, ein frelsari er føddur.


Á jólum gerast vit aftur børn eina løtu, tá vit minnast tað lítla barnið, ið var borið í heim. Hetta lítla barnið, ið kom við eini heilt serligari uppgávu, at bera boð til menniskja um frið, gleði og frelsu. Man tað verða tað, sum er tað heilt serliga við jólunum? Tað, sum gevur okkum eina heilt serliga kenslu, tá jólini nærkast og ígjøgnum allan december mánaðin?


Tað er sikkurt ógvuliga ymiskt, hvussu fólk fata hendan boðskapin, men soleiðis er tað fyri meg. Jólini eru ein serlig tíð, ið hevur hugna, gleði og spenning við sær. Eg gleði meg til jólaaftan, góðan mat, samveru við familju og, fyri at verða heilt erlig, gávurnar. Men mest av øllum gleðist eg um at hoyra boðskapin, sum einglarnir kvóðu jólanátt: “Friður á foldum, menniskja, frø teg, tær føddur frelsari er í dag.”


Gleðilig jól!


"Føgur er foldin", sálmur nr. 132 í sálmabókini:


1. Føgur er foldin,
dýrdarríkur himin,
sæl er sálanna jorsalsferð,
um allan heimin,
um allar ævir,
tað syngjandi at himni ber.


2. Øldirnar fara,
øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkur undir mold.
Onga tíð tagnar
ljóðið av himni,
sum gleðir sálir her á fold


3. Einglar tað kvóðu,
jólanátt for hirðum,
mann eftir mann hoyrdist sama lag:
Friður á foldum,
menniskja, frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.

B. S. Ingemann 1850
J. Dahl 1912


 Maria Summers Nolsøe er ein av okkara yngru prestum. Hon er sóknarprestur í Norðurstreymoyar vestara prestagjaldi.  

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo