
Summarbókin
Summarfrítíðin stendur fyri durum, og børn og vaksin gleða seg til sólríkar dagar, long summarkvøld og ljósar nætur uttan vekjara og skúlating. Men bókin fer ongantíð í summarfrí. Endiliga sleppa vit at forkela okkum sjálvi við góðum søgum og júst tí bókini, vit hava goymt okkum til summarið.
Hvør verður tín summarbók?

Prei til summarlesnaðin

Tjúkkar bøkur við nógvum søgum
"Einaferð var tað …". Soleiðis byrja mong av teimum ótrúligu ævintýrunum, sum vit øll kenna og dáma. Søgusøvn við 5, 10, 15 søgum ella fleiri savnað í eini bók spara tær bæði pengar og pláss á bókahillini. Og so innihalda tey ofta bert tær allarbestu, klassisku søgurnar, sum fleiri ættarlið hava lisið, hoyrt og elskað.

Summarbókin: - Eg fari at lesa 1984 saman við vinmonnunum
- Vinmenninir og eg hava ein bókaklubba, so eg fari at lesa 1984 eftir George Orwell, sum er á skránni í bókaklubbanum. Í fjør lósu vit Animal Farm eftir Orwell, og hana dámdi mær væl – hon var áhugaverd, stuttlig og syrgilig at lesa – snúði seg um djór á einum bóndagarði, sum gera uppreistur móti menniskjum, men enda við at líkjast teimum til síðst.

Summarbókin: - Eg sat við vindeygað og las í dagavís
- Sum barn elskaði eg at ferðast suður til Sumbiar til ommu mína at lesa. Eg sat í stólinum við vindeygað í køkini og las í dagavís, og omman syrgdi fyri, at eg fekk at eta og drekka. Tað var har, eg las meg burtur í annan heim, og tað er og verður mítt absolutt besta lesistað.

Summarbókin: Rukkutar síður og kaffiblettir, sum vekja góð minni
Tað er eisini ein serlig kensla; at taka eina bók fram, sum er merkt av at vera brúkt eitt serligt stað; rukkutar síður ella ein kaffiblettur, sum minna meg á, hvar eg sat, tá ið bókin varð lisin. So kemur kenslan frá upplivingini av at lesa ávísu bókina eisini aftur.

Summarbókin: - Mær dámar best bøkur, har onkur fortelur sína persónliga søgu
- Bókin eg havi valt, snýr seg um, hvussu mann kann royna at motivera seg sjálvan, menna seg og fylgja sínum málum. Hvussu mann kann arbeiða við ymiskum mentalum fokuspunktum. Og tí haldi eg, at bókin hóskar seg avbera væl til tað, eg geri til dagligt

5 góðar bøkur um systkin
Familjur koma í øllum støddum og skapum, og tað er ikki altíð ein dansur á rósum, tá pláss skal gerast fyri nýggjum familjulimum – hvørki teimum, sum koma úr búkinum á mammuni ella teimum, sum fylgja við nýggja sjeikinum hjá mammu. Vit hava funnið 5 fittar, vakrar og stuttligar bøkur um at gerast systkin.