Viðkomandi greinar
Lesið fyri børnunum
- Sum vit so ofta hava víst á, er tað ómetaliga týdningarmikið at lesa fyri børnum. Tað styrkir børnini málsliga og fatanarliga, tey læra hugtøk, og tey fáa styrkt síni innlivingarevni, tá tað kemur til at seta seg inn í støður og kenslur hjá øðrum. Tey læra at sita still og lurta, at seta spurningar o.s.fr., og harafturat vísa kanningar, at tey orðríkastu børnini klára seg betri í skúlanum.
75 lærarar á lesiskeiði
Tað er av alstórum týdningi, at vit varpa ljós á týdningin av lesiførleikanum, tí lesiførleikin kann vera avgerandi fyri framtíðina hjá næmingunum. Lesiførleikin er avgerandi fyri, at næmingurin verður brynjaður til at fara á víðari miðnámsskúla og undir víðari lestur og harvið at skapa sær ta framtíð, hann droymir um.
Lesing umborð: - Hobbin fær tíðina at flúgva avstað
Og tá vit fara til arbeiðis, tendra vit í senn á hvør sínari telefon, so vit fylgjast. Vit kunnu gott lurta í 2-3 tímar í senn. So vit hava eitt sindur at tosa um, tá vit hava frí. Tíðin gongur nógv skjótari, og tað er spennandi at lurta eftir einari bók á hendan hátt.