8. desember
08.12.21
Fyrstu ferð, eg hoyrdi "Kviskre ei bønn", varð eg so rørd av orðunum, at eg so inniliga vildi sleppa at syngja tey á føroyskum. Tí valdi eg at týða sangin, hóast eg ikki eri royndur týðari. Nýnorskt liggur sera tætt at føroyskum, so tað kendist sum ein uppgáva, eg var før fyri at fullføra.
“Teski eina bøn” eru uggandi orð ætlað teimum, ið illa megna hesa myrku tíð. Orð, sum tendra ljós. Fyri teimum horvnu, teimum, sum bíða og sakna, sum sita uppi um næturnar. Í hesi stund, eru bara vökur orð.
Teski eina bøn
alt glitrar
alt er stilt
og tær hvítu göturnar
hevur kavin fylt
börnini spæla í hvítu havunum
alt andar av væntu
í hesari nátt
stjörnan tann bjarta
á himli so stór
og í hesi stund
eru bara vökur orð
öll sova nú
öll uttan eg
og á takinum
einglarnir teir hoyra meg
stroyja eydnustöv út á meg
vit hava so nógv orð
møguleikar nógvar
sum vit ikki taka av
men hjartað tað fyllist
av friði so milt
tendrar sær eitt ljós
vil rökka til eitt lív
eg teski eina bön í nátt
fyri teimum sum mangla
sum fóru inn í myrkrið
uttan at finna fram
eg teski eina bön í nátt
fyri teimum sum bíða
sum hava mist vónina
og öllum har úti sum leingjast.
Dania O. Tausen týddi úr norskum.
Dania er rithøvundur og sangari. Hon er lesandi á ritlist útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya, og er í løtuni skiftislesandi í Reykjavík.