top of page

17. desember

17.12.21

Hvat liggur í heitinum Klokkublús?

- Klokkublús er ein tilsiping til klokkurnar á jólatrænum, sum boða frá tí góða, vit hava í væntu. Líka sum klokkurnar hjá ísbilinum. Blús er so nógv. Tað er ein fyri tað mesta eitt huglag, sum ofta er melankolskt.


Hvør er søgan handan sangin?

- Bakgrundin fyri sangin er, at jólini altíð hava verið stressandi fyri meg. Eg eri uppvaksin við rúsdrekkamisnýtslu, og tað hevur skapt ótryggleika - serliga á jólum, tá alt skal vera so gott.

- Men tað var ikki fyrr enn nógv ár seinni, at fimmoyrað endaliga datt. Tað var í fjør, tá eg sá eina grein í Sosialinum um eina kvinnu, sum hevði tað trupult við jólunum og fortaldi, hvussu hon upplivdi ótryggleika, rúsdrekkamisnýtslu og stress á jólum. Tá fór eg at hyggja nærri at hesum her við jólunum, og kanska serliga hetta her við gávum. Tað er farið so langt av sporinum, at vit als ikki hugsa um umhvørvið, umsorgan fyri hvørjum øðrum ella nakað annað – tað er rein materialisma.


Hvønn týdning hava jól og gávur fyri teg?

- Eg skal føla, at eg gevi tær hesa gávuna, tí tú fært brúk fyri henni. Eg gjørdi upp við meg sjálvan, at eg gevist við at geva gávur, sum ikki hava eina meining. Og í øllum hesum kom eg aftur at hugsa um pápa mín, sum legði seg eftir at gera gávurnar sjálvur. Hann legði seg eftir, at tað skal vera ein tanki aftanfyri.

- Annars dámar mær væl jólini. Jólini eru hugnalig, og serliga tá fólk koma saman. Men jólini koma eisini við krøvum til, at tú skalt luttaka, og har eru vit øll ikki líka, og øll fáa ikki tikið lut í gleðini – tí skal rúm vera fyri at velja tað frá, sum nívir ein. Tey einfaldastu jólini eg havi upplivað, vóru, tá pápi mín og eg steiktu corn beef á hansara primus komfýri í kjallaranum.

- Nú hoyra vit so nógv um jólahjálp og børn í fátækraváða. Kanska vit í staðin skuldu latið pengarnar til Barnabata í ár heldur enn at brúka teir uppá plastikk, sum kortini endar í einari skrellispann og kanska við at liggja og dálka úti í náttúruni?


"Klokkublús"


Kalt er úti
Hugnaligt í stovu
Fólkið tømir lummarnar
Farta avstað
Meir ella minni í ringum lag

Dansa runt
Í gleði og gleim
Meðan verðin grætur neyðartár
Hvat er tað, sum sker
Vit koyra útav viđ fullari ferð

Klokkur ringja
Børnini syngja
Um eini gleðilig jól
Sum um vit kunnu krógva
At materialisman gleðina stjól

Ein gáva har
Og ein gáva her
Hamstra tað, ið fyri er
Marglædis greði
Hevur køvt tað instu gleði

Gleðilig jól
Ja gleðilig jól
Alt fyri gleðilig jól
Nógv brotin heim
So skonk tær enn ein vodka og lime

Klokkurnar ringja
Børnini syngja
Um eini gleðilig jól
Sum um vit kunnu krógva
At materialisman gleðina stjól

Klokkur ringja
Børnini syngja
Um eini gleðilig jól
Sum um vit kunnu krógva
At materialisman gleðina stjól

Klokkurnar ringja
Børnini syngja
Um eini gleðilig jól
Sum um vit kunnu krógva
At materialisman gleðina stjól

Klokkur ringja
Børnini syngja
Um eini gleðilig jól
Sum um vit kunnu krógva
At materialisman gleðina stjól

Gleðilig jól
Gleðilig jól
Sum um vit kunnu krógva
At materialisman gleðina stjól

Gleðilig jól
Gleðilig jól
Sum um vit kunnu krógva
At materialisman gleðina stjól

Materialisman gleðina stjól


Syng afturvið meðan tú lurtar eftir sanginum her.


Uni Debess er 42 gamal og er kendur sum ein av okkara fremstu blústónleikarum. Hann býr í Havn saman við Marin og teirra trimum børnum.


Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page