top of page

Tí skalt tú lesa hvønn dag

05.01.22

Nær hevur tú seinast lisið eina heila bók ella eina væl skrivaða grein? Hoyrir tú til teirra, sum einamest lesur uppskriftir og skjót tíðindi umvegis sosialar síður? Um tú ert ein av teimum mongu, sum nóg illa tekur eina bók í hondina, er vandi fyri at tú missur fleiri av fyrimununum við at lesa. 

Her finnur tú 10 fyrimunir við at lesa.


1. Stimbra heilan

Kanningar hava leingi staðfest, at lesing er góð fyri heilakapasitetin, og stimbran av heilanum kann seinka og enntá steðga sjúkum sum demensi og Alzheimers. At halda heilan í gongd er líka týdningarmikið, sum at venja einhvønn annan vødda í kroppinum. Tí er gott at gera venjingar við heilanum við eitt nú at loysa krossorðagátur, Sudoku, spæla spøl -  ella at lesa eina bók.


2. Minni stress

Lítið kann sum ein bók fáa tínar trupulleikar at hvørva. Líkamikið hvussu stórum trýsti tú ert undir við arbeiði, familjulívi ella øðrum, so er einki, sum ein bók ikki kann hjálpa tær við. Við eini góðari og væl skrivaðari bók kanst tú rýma í annan heim og samstundis slappa av í kroppinum og gloyma allar trupulleikar.


3. Vitan

Alt, sum tú letur títt høvd upp fyri, er nýggj vitan, og tú veitst ongantíð, nær tú fært tørv á allari tínari vitan. Jú meira tú veitst, jú betri ert tú før/ur fyri at standa ímóti einhvørjari avbjóðing. Og skuldi tú staðið í tí óhepnu støðu, har tú missur starv, heim ella onkursvegna kemur illa fyri, hevur tú altíð tína vitan, tí hana kann ongin taka frá tær.


4. Orðfeingi

Jú meir tú lesur, jú fleiri orð ‘hittir’ tú, og soleiðis kanst tú ríka um títt orðfeingi. At orða seg væl er ein dygd. Tað er gott fyri sjálvsálitið, og tað kann koma tær væl við, eitt nú á tíni yrkisleið. Hóast tú ikki hevur eitt fínt starvsheiti ella ert væl útbúgvin, kann eitt gott orðfeingi gera mun, um tú vilt koma tær fram á tínari yrkisleið.


5. Betri minni

Tá tú lesur eina skaldsøgu, skalt tú fylgja einari søgu við nøkrum persónum, hvørjir teir eru, hvaðani teir koma, hvat teir ætla, og hvat annars ger seg galdandi í søguni. Tað kann vera nógv at minnast til, men heilin er so væl snikkaður saman, at hann av sær sjálvum ger nýggj heilaspor, so hvørt okkurt nýtt verður fortalt, og tað styrkir títt stuttíðarminni.


6. Venjing í at greina

Hevur tú nakrantíð lisið eina krimi ella spenningsskaldsøgu, har tú hevur loyst gátuna, áðrenn bókin er liðug? So hevur tú gjørt brúk av báðum tínum hugsandi eginleikum: at hugsa greinandi og kritiskt. Tað hevur tú gjørt við at halda eyga við øllum smálutunum í søguni og síðani at skilja frá fyri at finna út av, hvør ‘gjørdi tað’.

Tað eru hesir eginleikar tær tørvar fyri at meta um, um ein søga er væl skrivað, um persónarnir hava trúvirði, um søgan gevur meining osfr. Soleiðis verður tú betri før/ur fyri at meta um eitthvørt verk ella uppliving, og at greiða frá tí, tú hevur upplivað.


7. Fokus og hugsavnan

Í einum gerandisdegi har vit tað mesta av degnum eru online, skifta vit sera ofta fokus uttan nakrantíð at hugsavna okkum. Innan bert 5 minuttir skifta vit í miðal fokus millum 7-10 ferðir.

Tá tú lesur eina bók, hvørvur alt rundan um teg, soleiðis at tað bert eru tú og bókin. Royn og les 15-20 minuttir hvønn dag, eitt nú á veg til arbeiðis, um tú hevur møguleika fyri tí, og legg til merkis hvussu nógv klárari tú ert í høvdinum.


8. Skriva betur

Við at lesa meira, økir tú sum kunnugt um títt orðfeingi. Tað ger seg eisini galdandi viðvíkjandi at skriva. Tú sært skjótt, hvørjar bøkur eru lættar at lesa, og hvørjar eru torskildar. Tað er góð venjing, um tú ynskir at læra teg at skriva betur.


9. Ró

Umframt at fáa teg at slappa av, kann eitt evni ella ein serlig søga geva tær ró. At lesa andaligar tekstir kann hjálpa fólki, ið stríðast við høgt blóðtrýst, at finna eina heilt serliga ró. Sjálvhjálparbøkur kunnu hjálpa fólki, ið stríðast við óró, tunglyndi og aðrar sálarligar avbjóðingar.


10. Og so er tað ókeypis!

Tað er ein góð kensla at keypa sær eina nýggja bók, men tað kann eisini gerast dýrt í longdini. Tá eru bókasøvnini góð at hava. Har finnur tú alskyns bøkur um øll hugsandi evni, og úrvalið verður javnan dagført, so tær kemur ikki at mangla tilfar.


Kelda: Kleins

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page