
Vælkomin í Lesifest!
25. mars er okkara móðurmálsdagur, og tað fara vit at hátíðarhalda við eini lesifest. Øll vika 13 er sett av til lesing, og vit vóna, at tit vilja vera við í okkara lesifest.
Tað er ein sannroynd, at upplesturin er ein týdningarmikil partur av lesigleðini hjá børnum. Okkara royndir vísa, at børnum dámar væl at hoyra eina søgu lisna upp, og at ungu lesararnir sakna søguløtuna heima ella í skúlanum, tá teir gerast eldri. Somuleiðis minnist vaksni lesarin ofta søguløturnar sum góðar løtur, sum kunnu virka til, at tey sjálvi halda fast við lesingini í sínum vaksna lívi.
Tí vilja vit við lesifestini eggja øllum til at taka eina bók í hondina og seta seg at lesa saman við ella fyri børnunum, makanum, starvsfeløgunum, grannanum - ella kanska kettuni?
Fylg við á okkara sosialu miðlum, har vit komandi dagarnar deila hugskot til lesifestina. Niðanfyri finnur tú somuleiðis hópin av hugskotum til lesing.


Greinir

- Vit sita púra stillar og lurta
Hetta illveðurskvøldið verður lisið úr Dagbók hjá Peri í Rituvík um niðursetufólkini í Rituvík. Katrin lesur, sum vant, og hinar sita sum í andakt. Av og brýtur onkur av við eini viðmerking til okkurt navn, sum hon kennist við, og onkur minnist onkra hending. Annars hoyrist bert glintið frá stokkunum.

Við Tóru og Siggu og Sáru inn í góðu søguna
Tóra og Sigga og Sára er dømi um góða samrøðubók ætlað børnum í aldrinum 3-6 ár. Í vegleiðingini eru góð ráð um, hvussu tú kanst fáa eina góða lesiløtu saman við børnunum. Hesi hugskotini og hátturin at lesa uppá kann nýtast í nógvum øðrum bókum, og hetta er bara íblástur til, hvussu vit kunnu lesa við børnum.

5 góðar bøkur um systkin
Familjur koma í øllum støddum og skapum, og tað er ikki altíð ein dansur á rósum, tá pláss skal gerast fyri nýggjum familjulimum – hvørki teimum, sum koma úr búkinum á mammuni ella teimum, sum fylgja við nýggja sjeikinum hjá mammu. Vit hava funnið 5 fittar, vakrar og stuttligar bøkur um at gerast systkin.

Lesimánaður í nýggja skúlanum
- At lesa upp fyri næmingunum er nakað, sum heilt víst riggar. Eisini í eitt nú 8. flokki. Tað gevur nakað fyri samlaðu upplivingina at lesa eina søgu upp fyri flokkinum, og so at steðga á við tey støðini, har okkurt er viðkomandi at tosa um. Tað kann føra til góðar og spennandi samrøður í flokkinum.

10 góðir lesivanar
Fá tær til vana at lesa onkra løtu á degnum, sum passar tær væl. Nógvum dámar at lesa áðrenn songartíð, men tað kann eisini vera ein fyrimunur at byrja dagin við at lesa. At lesa 10 minuttir saman við dagsins fyrsta kaffimunni kann vera júst tann andaktin, sum tær tørvar fyri at fáa eina góða byrjan uppá dagin.

Komið og lesið fyri hvørjum øðrum
Norðurlendska bókmentavikan verður 10.-16 november. Tá tendra vit kertuljós og njóta eina løtu við upplestri við sólarris ella í skýmingini. Evnið í ár er samanhald í Norðurlondum, og vit lesa Ein ketta, ein hundur og ein mús eftir Bárð Oskarsson og Andvekur eftir Jon Fosse.

Summarbókin: - Eg fari at lesa 1984 saman við vinmonnunum
- Vinmenninir og eg hava ein bókaklubba, so eg fari at lesa 1984 eftir George Orwell, sum er á skránni í bókaklubbanum. Í fjør lósu vit Animal Farm eftir Orwell, og hana dámdi mær væl – hon var áhugaverd, stuttlig og syrgilig at lesa – snúði seg um djór á einum bóndagarði, sum gera uppreistur móti menniskjum, men enda við at líkjast teimum til síðst.

Vinnarar av Ársins lesiátaki 2024
Og vit fingu veruliga nógv ymisk átøk sendandi við øllum frá bókaormum til skipaðan upplestur fyri øðrum børnum og næmingum, jólakalendarar, stafettir, foreldratiltøk, sjónleikir - nóg mikið til at staðfesta, at føroysk børn og ung eru í góðum hondum við so dugnaligum lærarum og námsfrøðingum at leggja teimum lag á við lesingini í gerandisdegnum.

Mumbo Jumbo takkar fyri seg
Seinastu vikurnar hava næmingarnir á Listabreytini klipt, klistrað, teknað og málað ymiskt úr bókini. Serliga hava tey arbeitt við støddarmuni, sum er berandi evnið í bókini. Eitt nú hava tey gjørt sopparnar úr klistribandi bæði í mans- og pinkulingastødd, baðikarið hjá Dilluni, rúmdarrakettina og húsini hjá Mumbomammuni og Baba Jaga.

Tjúkkar bøkur við nógvum søgum
"Einaferð var tað …". Soleiðis byrja mong av teimum ótrúligu ævintýrunum, sum vit øll kenna og dáma. Søgusøvn við 5, 10, 15 søgum ella fleiri savnað í eini bók spara tær bæði pengar og pláss á bókahillini. Og so innihalda tey ofta bert tær allarbestu, klassisku søgurnar, sum fleiri ættarlið hava lisið, hoyrt og elskað.

- Tað er lætt at blogga um nakað, sum tú brennur fyri
Eg kann eisini finna uppá at taka eina grafiska bók ella eitt yrkingasavn upp. Eg skal hava eina kenslu av, at tað er ein seriøsur rithøvundur og eitt forlag, ið hevur lagt neyðugu orkuna í at fáa bókina góða. Og so skal søgan hava nakað uppá hjarta.

































