top of page

20. desember

20.12.21

Tá eg var barn, fekk eg eina bók, sum æt Granntræið. Tað var eitt jólaævintýr, sum var skrivað av H.C. Andersen. Bókin var lítil og tunn, men ein av teimum vakrastu, eg havi sæð. Á forsíðuni var ein vøkur mynd, ið varð teknað og málað av Svend Otto Sørensen. Myndin var av einum jólatræi, sum stóð og skein mitt í einari stovu. Børnini dansaðu rundan um tað, og ljósið frá teimum mongu stearinljósunum á trænum lýstu andlitini á børnunum upp. Eg elskaði hesa myndina og sat ofta bara og hugdi at henni. 


Men sjálv søgan um granntræið var rættiliga syrgilig.


Tá jólaaftan var av, varð træið borið upp á loftið, har tað stóð púra einsamalt í myrkrinum. Træið saknaði sínar vinir – hini trøini, fuglarnar, harurnar, vindin, sólina, stjørnurnar og kavan – frá sínum heimi í skógini. Tíbetur komu nakrar mýs framvið trænum, og træið byrjaði at siga mýsnum ævintýr frá lívinum í skógini og frá hesi einu jólaaftan, sum granntræið hevði upplivað heima hjá menniskjunum.


Tá summarið kom, varð træið tikið niður av loftinum. Ein av dreingjunum, sum spældi úti í garðinum, skræddi jólastjørnuna av, sum enn sat á toppinum á tí følnaða trænum, og fór at trampa niður á greinarnar á trænum. Granntræið varð høgt til pinnabrenni: “Dejligt blussede det op under den store bryggerkedel, og det sukkede så dybt, hvert suk var som et lille skud; derfor løb børnene, som legede, ind og satte sig foran ilden, så ind i den og råbte: „Pif-paf! men med hvert knald, der var et dybt suk, tænkte træet på en sommerdag i skoven, en vinternat derude, når stjernerne skinnede, det tænkte på juleaften (…) -og så var træet brændt ud. (…) træet var forbi og historien med; forbi, forbi og det bliver alle historier.”


Eg helt hetta ævintýrið vera so vakurt og samstundis so syrgiligt. Kanska eitt av tí syrgiligastu søgunum, sum eg hevði hoyrt, og kanska var tað júst tí, at hetta ævintýrið hevði so stóra ávirkan á meg.


Sum barn brýggjaði eg meg heldur onki um, tá ting fingu ein enda. Og so slettis ikki jólini! Tá vit skuldu pakka jólapyntið niður og taka pyntið av trænum, tók eg hvørja ta einastu nissu, pakkaði tær væl inn í smá toypetti og legði tær varliga at sova. Tí eg helt tað vera synd í teimum, at tær skuldu liggja eitt heilt ár í einum kassa uppi á tí kalda og myrka loftinum. Nú kundu nissurnar í minsta lagi liggja heitt og fjálgt, til tær skulu takast fram aftur næstu jól.


Eitt av tí vakrasta við ævintýrinum um granntræið er, at træið verður so vakurt pyntað til jólaaftan: ”På grenene hang de små net, udklippet af kulørt papir (…) Dukker, der så livagtige ud som mennesker - træet havde aldrig set sådanne før - svævede i det grønne, og allerøverst oppe i toppen blev sat en stor stjerne af flitterguld; det var prægtigt, ganske mageløst prægtigt.”


Tá eg var lítil, elskaði eg at sita og gera jólapynt til jólatræið, so tað kundi pyntast so vakurt. Eg kundi sita við saksinum í tímavís. Eg klipti jólahjørtu í ymiskum mynstrum, kramarhús, nissur og mangt annað. Eg vildi hava so nógv pynt sum gjørligt. Hetta dámdi mammu einki serligt - hon helt, at tað varð í so nógv av tí góða😉


Enn tann dag í dag dámar mær at klippa jólapynt til jólatræið. Á seinastu myndini sært tú mínar Skrellinissur, sum eg havi gjørt til okkara egna jólatræ. Tær eru gjørdar úr djúspakkum, ymiskum pappírsrestum og litaðum pappíri. Um tær manglar eina skrellinissu til títt jólatræ, er bara at koma í gongd. Eg havi gjørt eina vegleiðing til tín, sum er løtt at fylgja.


Og okkara jólatræ - tað stendur í einum potti, soleiðis at tað kann koma út aftur til sínar vinir, trøini, djórini, sólina, kavan og vindin, tá jólini eru av😊


Soleiðis gert tú eina Skrellinissu


Tú skalt brúka:

1 djúspakka

Skrell og avlopsrestir sum:

Lok, proppar, net

Tussjproppar o.a.

Litað pappír

Hobbyknív

Saks

Límstift

Límpistól

Límpinnar.


Soleiðis gert tú:


1. Skola djúspakkan væl. Fá ein vaksnan at hjálpa við at skera pakkan við hobbyknívinum. Turka pakkan væl innaní.


2. Fá ein vaksnan til at skera niður við teimum fýra síðunum á pakkanum.

Folda út og upp, so rangan á pakkanum vendir út.


3. Líma tær fýra síðurnar saman við límpistólini.


4. Klipp munn, tenn og annað úr pappíri og legg á pakkan.


5. Vel eygu, hár, skegg, oyru, armar, bein o.a. og legg eisini hetta á pakkan.


6. Tá tú heldur, at skrellinissan sær út sum hon skal, límar tú pappírið á við límstiftini og skrellitingini við límpistólini.


7. Klipp eitt honk út úr restini av djúspakkanum og líma tað á innaru síðuna av pakkanum við límpistólini, so skrellinissan er klár at heingja á jólatræið.


Um tú ynskir, at tín skrellinissa skal hava ein lit, kanst tú líma eitt pappírsstykki á djúspakkan við límstift, áðrenn tú fert í gongd við at líma eygu, munn o.a. á.


Annika Øyrabø Jacobsen er myndprýðari. Hon hevur m.a. myndprýtt barnabøkurnar Abbi og eg og abbi og Langa Lina Langomma við sínum eyðkendu pappírsklippum.. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page