top of page

16. desember

16.12.21

"Til jólalesnað vilja vit fegnar viðmæla Perlufiskarin og tvær tær næstu í røðini, sum eita Fuglatemjarin og Fjallaklintrarin. Tær eru sera góðar, spennandi og ævintýrkendar.

Ynskja tit at lesa ordiliga jólaligar bøkur, so viðmæla vit Snjósysturin og Jólagátan.
Hesar bøkurnar eru í 24 pørtum, men tit kunnu skunda tykkum at lesa teir fyrstu partarnar og so lesa ein part um dagin, so tit enda jólaaftan.

Ein onnur jólabók er Jólagrísur. Hetta er nýggjasta bókin hjá J.K. Rowling, sum hevur skrivað Harry Potter bøkurnar. Hendan bókin er eitt sindur barnsligari enn Harry Potter, men hon er eisini ævintýrkend við tosandi lutum.

Um tit ikki hava lisið Harry Potter, so er jólafrítíðin eitt gott høvi at byrja uppá røðina. Fyrsta bókin eitur Harry Potter og vitramannasteinurin. Vit viðmæla øllum at lesa Harry Potter, eisini um tit hava sæð filmarnar, tí bøkurnar eru nógv betri!

Til tey yngru vilja vit viðmæla: Vafluhjørtu, Tonja Gliturdal, Spøki og Salmiak, Rýmingarnir, Rustaði heimurin, Børnini í Dundurdali og aðrar bøkur eftir Astrid Lindgren. Hesar bøkurnar eru fittar, stuttligar og hjartanemandi.

Ein sera góð, stuttlig, tvætlut og løtt bókarøð at lesa, er søgan um Træhusið í nógvum hæddum. Fyrsta bókin eitur Træhúsið í 13 hæddum, fyri hvørja bók leggjast 13 hæddir afturat. Bókin hevur nógvar stuttligar myndir.

Til tey eldru, tannáringarnar, er Hungursleikir ein fantastiska spennandi bók. Tað er eisini ein røð við trimum bókum umframt eina bók, sum er um, tá hungursleikir byrja.

Tvær aðrar fantastiska góðar bøkur til ung eru upprunaføroysku bøkurnar Kjarr og Rimarúmið.

Gleðilig jól
og góðan lesihug
Olivia og Jóna"


Olivia og Jóna eru 10 og 12 ára gamlar og ganga í ávikavist 6. a og 4. a í Skúlanum á Fløtum. Olivia og Jóna eru fastir bókaummælarar á barnablaðnum STROK. Hundurin eitur C.S. Lewis, men verður vanliga bert róptur Lewis. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page