7. desember
07.12.21
Jólamaðurin, sum her skal sigast frá, kom úr Hammerfest 1949. Faðir sigldi við Vitanum hetta árið. Vitin var ein kolfýrdur trolari úr Fuglafirði, ið Sigurd Simonsen átti. Tveir slíkir trolarar hoyrdu til Fuglafjørð. Hin var Krosssteinur, sum Jacob Haraldsen átti. Hetta vóru snøgg før, sum stillisliga fóru um norðurhøv, huld í guvu og royki. Onkuntíð sást hesin roykur koma undan havsbrúnni. Trolarin sást ikki , men bert tann tjúkki kolroykurin dagaði undan sjónarkringinum. Í hesum guvuroyki vóru ævintýr um sjómenn, sum baldust eystanfyri í Hvíta havinum, við Íslands strendur og við ísgyrdu strendur Grønlands. Ævintýrið, sum var í roykinum, goymdi at einum jólamanni, sum kom úr norðasta keypstaði á klótuni, Hammerfest.
Ikki var tað tespiligt at liggja vetrardag undir hesum himmalhválvi, har fátæksligt ljós var um hav, land og alt livandi. Føroyski sjómaðurin hevur við stríð og strev baksast á norðurhøvum og sett lív og heilsu í vága fyri at lívbjarga sær og sínum. Ikki minst er teimum fyri at takka, at vit hava tað samfelag, sum vit hava í dag. Kolfýrdu trolararnir, sum fiskaðu í Hvíta havinum, plagdu at fara inn í Hammerfest at bunkra. Vitin var ein av teimum trolarunum, sum nakað fyri jól 1949 á veg heim, fór inn í Hammerfest at bunkra, og var á Fuglafirði 21. desembur.
Móðir var ættað úr Ansastovu í Oyndarfirði, og lá leiðin hesi jól til Oyndarfjarðar at halda jól. Við í viðførinum var jólapakki úr Hammerfest. Spenningur var um pakkan: Hvat mundi goyma seg í honum? Hann var ikki stórur upp á fót, men trivaligur. Jólaaftan vóru smápakkarnir úr honum lagdir sum vanligt undir jólatræið í Ansastovu, og har lógu teir og bíðaðu eftir eigaranum .
Ymiskir vóru pakkarnir, sum lógu undir trænum. Bleytir pakkar, harðir, smáir og stórir pakkar. Handilsmenninir í bygdini, Eivind og Petur Klein, høvdu altíð okkurt forkunnugt, sum teir seldu bygdarfólkinum til jóla. Teir kendu sálirnar millum Reyðurð og Garðamørk og vistu hvat teimum tørvaði. Millum hesar pakkar lógu pakkarnir úr Hammerfest, og tann eini var eitt sindur langleittur, flatur og skarpur. Á honum stóð til Frits frá pápa. Jólapappírið, ið var um pakkan, var prýtt við smámyndum av kirkjuni í Hammerfest í kava. Men so vøkur, sum hvíta kirkjan í Oyndarfirði, var hon ikki.
Omma, sum tá var seksti níggju ára gomul, hevði altíð okkurt í hondini. Hon hevði lagt nógv úr hondum sínar dagar. Kúgv og hønur vóru í kjallaranum. Heiriksstova og Ansastova er ein lon. Í Heiriksstovu stóð eisini kúgv í kjallaranum, og um náttina hoyrdist prát ímillum hønur og kýrnar. Einki elljós var í bygdini, so tú kendi teg eitt sindur tryggari við tað krunka svarta myrkrið, tá ið kýrnar smádrynjaðu, og hønurnar smáklukkaðu alla náttina. Ljós var kveikt í kjallaranum jólanátt. Hetta gjørdi omma og læt í henni, tá ið hon kom uppaftur úr kjallaranum: “Frægari høli fekk frelsarin ikki, tá ið hann kom í heimin.”
Stórá rann oman ígjøgnum bygdina, og stendur Ansastova skamt frá ánni. Omma plagdi at stoyta heitan løg í ánna, og segði hon altíð, í tí hon stoytti: Allir Guðs vættrar, varið tykkum, eg stoyti heitt! Soleiðis var eisini jólaaftan, hon fór oman at ánni, og var eg við henni og hoyrdi hana siga hesi orð.
- Omma, hvar eru vættrarnar, og hví sigur tú so? – Lukka, tað er so nógv, sum Guðs fingur hevur nomið við, sum eygað ikki sær. Vættrarnar eru barna- og menniskjavinir, sum eru manngóðar - vilja tær og mær bara gott. Ja, kanska búgva tær í Varðahjallinum hjá abba tínum, sum stendur dygst við gamla kirkjugarðin? Kanska halda tær jól saman við vættrunum í Steinahjallinum, sum stendur fastur í Varðahjallin?”
Setti meg við slagborðið í køkinum, tá ið eg kom inn aftur við ommu. Sat burtur í øðrum huga og hugsaði um vættrar og jólapakkan úr Hammerfest, sum kom við tí rúkandi, kolfýrda trolaranum in á Fuglafjørð. Hvat var í honum? Nei, ikki kundi eg ímyndað mær, hvør gávan var. Guvuroykurin frá Vitanum datt inn um gáttina í Ansastovu. Allar vættrarnar úr Varðahjallinum komu berandi við eini jólgávu inn eftir gólvinum. Guvan var so tøtt, so ilt var at síggja, hvør gávan var, men vættrarnar sá eg týðiliga. Hetta vóru lítil fólk, sum dansaðu, sungu og brosaðu. Hoyrdi henda sigursæla jólasang bornan á vættramunni, meðan tær fóru um tað høgu gáttina inn í stovuna. Fór aftan á teimum, men tá ið komið varð inn í stovuna, sá eg tær hvørva undir jólatrænum, og pakkin frá Hammerfest lá og lýsti undir trænum. Guvan var burtur og vættrarnir vóru horvnar, men omma hevði sagt, at vættrar vóru manngóð smáfólk, so hetta bar okkurt gott við sær, og eg trúði henni.
Jógvan undir Garði var klokkari. At ringja jólini inn sluppu børnini at vera við til. Per ringjarin var undan Jógvani. Bert eitt skot er ímillum Ansastovu og úti hjá Peri. Hans Christian, morbróðir, plagdi, meðan hann var smádrongur, at fara upp við honum økt fyri dag, tá ið inngangurin til halguna skuldi boðast úr kirkjutorninum. At sita við slagborðið í Ansastovu og droyma seg burtur í ein sissheim, sum var merktur av ævintýrum og fólkum, sum bóru skaldskap við sær, fekk teg at rakna við og fara á dyr oman í kirkjuna, nú Jógvan var farin upp í tornið klokkan seks jólaaftan at ringja jólini inn. Hann dugdi so væl at fara við tí smáa slagnum, men børnini skuldu kunna sær hógv, meðan kimað og ringt varð, annars fekst tú durafjórðingin.
Ein riðil av børnum var komin upp í tornið. Tey stóðu í rekkju og vóru sera ferm at kima, og var hetta ein partur av bygdarlívinum at vera við til at ringja jólini inn. Tá ið tín túrur kom, varð roynt at gera tað so gott, sum til bar. Úr torninum sást yvir á Varðahjallin hjá abba og hjallin hjá Fíu við Stein. – Vættrarnir, munnu tær hoyra meg? Tað skulu tær, tær skulu eisini vita at jólini eru í hondum. Tók um kúlvin so fast sum gjørligt og læt tað runga í. Guvan úr skorsteininum á Vitanum fór um alla Mýrina. Vættrarnir úr Varðahjallinum og Steinahjallinum spunnu henda royk úr ongum, ið legði seg niður yvir hjallarnar og fór niðan eftir Mýri – niðan millum Ansatovu og hjá Peri. Ansastova var umgyrd av ljósum guvuroyki, ið læði kring vindeyguni í tí káma lampuljósinum, sum spældi í gluggunum.
Klokkan var um leið sjey á kvøldi, tá ið leitað varð at húsum. Jólahugnin í Ansastovu var undir bitunum. Abbi og omma sótu still í køkinum og vóru kvirr, nú hátíðin var komin inn um garðarnar. Dýrdarinnar fjós, sum var lítilsvirt í manna eygum, stóð teimum hjarta næst. Fáliga ljósið í kjallaranum, var bert ein lítil glóð av tí himmalska ljósinum, ið steig av himni jólanátt. Soleiðis sótu tey, lótu kvirruna tala, og henda tala hevði eina kosmiska umrøðu av himnabarninum í krubbuni, sum var millum neyt og seyð.
Farið varð innar, har ein góður biti var á borðinum. Borðbøn var lisin, og maturin var Guðs gáva, ið var nógv vird, og forkunnugt var at fáa ræst kjøt og súpan. Pakkin úr Hammerfest leiddist við ræsta roykin og undraðist yvir føroysku orðini og sangin.
Pakkarnir vóru ikki so nógvir í tali, men dygdin var góð. Pakkin úr Hammerfest kom í fangið. Við spenningi varð pakkað upp. Ein høvuðreyður spælimaður kom undan kavi. Hann var langhølsutur, kropplangur, langbeintur og líktist nógv Hákun kongi. Hann var hongdur upp á bróstið í køkinum, ið vendi niðaneftir. Hálaði í snórin, ið fekk hann at røra seg. Hann var ikki so bragdligur, sum aðrir spælimenn - eitt sindur vinglutur og linur í konglunum, men so ógemeina eygagóður. Hann hekk ímillum stórar og smáar kvistar á bróstinum, sum kundu sagt honum sína søgu um bygdarlív, køksprát, mannalagnur og um friðsæluna, ið ráddi, tá ið húsfólkið sat skýming. Hann var komin tann líðilanga veg úr Hammerfest til Oyndarfjarðar, og kendi seg eitt sindur forfjónaðan av Guði og monnum millum alt hetta fremmanda. Ein fimm ára gamal smádrongur tók í halan fyri at fáa hann upp á reiggj. Hetta var annað lív enn at liggja í pappeskjuni, sum hann var ballaður í í Hammerfest.
So við og við fall friður yvir alt húsið. Børnini fóru niður, og tey vaksnu sótu í køkinum og smáprátaðu. Eitt kamar var inn frá køkinum. Hetta var herbergið hjá okkum úr Fuglafirði, meðan vit vóru og vitjaðu. Hurðin stóð upp á glopp, og sást jólamaðurinn frá Hammerfest so bjartur, reyður og hvítur á bróstinum millum hurðagloppið. Ljósið frá aladdinlampuni gav norska gestinum lív og fekk kvistarnar at ressast við av hesum lívgevandi ljósi.
Inn eftir gólvinum kom guvan aftur úr skorsteininum av Vitanum. Hon fór um alt gólvið, upp eftir vegginum og nam við kvistar og jólamannin. Vættrarnir vóru við í guvuni, fóru upp eftir vegginum og settu seg kring tann fremmanda gestin. Hann var ikki álvuligur við øll hesi smáfólkini, sum settu seg kring hann, men tey bara brosaðu og komu við blíðum orðum. Tey spurdu um líkt og ólíkt og vildu hava gestin úr Hammerfest at koma við oman í Varðahjallin og Steinahjallin jólanátt. – Tað hevði verið forvitnisligari, enn at hanga her ta líðilangu nátt.
Jólamaðurin úr Hammerfest gjørdi eitt hopp út á gólv, fór við vættrunum og guvuni út í tún. Guvan og tey lítlu fólkini vístu vegin. Jólamaðurin úr Hammerfest var væl havdur av teimum brosandi og blíðsnýðaðu pinkufólkunum, sum dansaðu og hoppaðu oman eftir Mýri. Hjallarnir báðir vóru vavdir inn í krita hvítt ljóst, dúnlætt guvutám. Innandura var veitslurómur. Hammerfestveggjaspjálkarin segði ikki nógv, nú hann jólanátt var komin inn um hesar grótveggir. Har var jólatræ úr mosa, krubba úr rekaviði, og kring hjallarnar lá seyður. Onkur hevði leitað sær innum og lá dygst við krubbuna. Hønurnar úr Ansastovu vóru komnar oman at forvitnast. Kettan hjá Fíu við Stein lá við eldstaðin og vermdi seg. Hon helt seg hava framíhjárætt, tí húsmóðir hennara átti helmingin av hesi lon. Kvirran hesa nátt boðaði frá dýrdleika og himmalskari gleði, sum jólamaðurin úr Hammerfest ikki rættiliga fekk fatur á, men ein ókend barnslig rødd ljóðaði í innasta hugfari hansara við guddómligum ljóði um eitt barn, sum varð borið jólanátt.
Vætturin undan kórsgáttini í kirkjuni var eisini komin á gátt. Hann var so liturgiskur og blíðskortaður. Hann hevði livað meiri enn eitt heilt vættralív undir kórinum í halgidóminum, ja, hann hevði verið har síðan kirkjan var vígd 1838 og visti um øll fólk at siga, sum høvdu slitið sínar skógvar undir hesum bitum. Hann var so søgufróður, mentaður og hákirkjuligur. - Hvør Guðs vinur ert tú?
Jólamaðurin úr Hammerfest greiddi frá á norskum, hvaðani hann var komin. Býurin var heimsins norðasti keypstaður (70º40' n. br.) og búðu uml. 4.000 fólk í býnum. Fleiri kolfýrdir trolarar úr Føroyum komu inn at bunkra, og eg varð førdur yvir hav við einum av hesum guvutrolarunum. Kirkjuvætturin visti ikki rættiliga, hvat ein trolari var, kol og guva, men hann visti alt um gamlan kingosang, lestrar og torvroyk at siga. Hann var merktur av hesum, meðan jólamaðurin úr Hammerfest var óspiltur og tók alt til sín, sum hann sá og hoyrdi. Hann visti, at hann fór at enda sínar dagar her á landi og mátti ogna sær alt tað, sum føroyskt var.
Tá ið klokkan var føst í fýra um morgunin, fór kirkjuvætturin upp á ein av steinunum í grótvegginum og bjóðaði øllum oman í kirkjuna til náttarmessu. Hetta hildu tey, sum inni vóru, vera frálíkt og tóku av. Øll fóru á dyr og oman í kirkjuna. Eisini fremmandi jólamaðurin. Hann var væl nøgdur við hetta hátíðarliga vættralívið. Hann var hugtikin av hugnaløtuni í Steina- og Varðahjallinum, og kundi ikki hugsað sær hugfarsligari løtu. Nú fór hann inn í halgidómin. Tað var so sera friðsælt í kirkjuni. Kirkjan var stúgvandi full av vættrum, hønum, seyði, hundum og kettum. Onkur kúgv var komin innum, og lá og jótraði í forkirkjuni. Vættrarnir hingu uppi í ljósakrúnunum og ljósastakunum. Teir vór allastaðni. Lítið visti fremmandi gesturin um náttarmessu í Oyndarfjarðar kirkju jólanátt, men hetta hugtók hann.
Áðrenn inngangsbønin varð lisin, kom eitt vættrakór innar í kór og sang ein ljómandi vættrajólasang. Dirigenturin var ein spelkin, gamal vættur úr Garðshorni. Hann visti um mangt og mikið at siga, var musikalskur og hevði fingist við kórsang alt sítt lív. Honum líkaði væl Johs. S. Bach og Gamla Nóta. Hann var ein penligur maður, milt eygnabrá og hábærsligur. Hann kom bert eina ferð um árið oman í Sjóvartún, og tað var jólanátt.
Í stakunum inn eftir gólvinum vóru kertur kveiktar. Ljósið spældi sær í teimum brosandi vættraandlitunum. Hundarnir lótu við halanum, ketturnar blundaðu og lógu uppi á bitunum og murraðu. Kúgvin í forkirkjuni hevði sálmabókina opna og fylgdi við, meðan inngangsbønin varð lisin. Jólamaðurin sat í Tartastólinum og læt kvirruna síga niður yvir seg. Hann hevði ikki verið við til slíka tignarliga stund, men mátti ásanna á norskum.- Dette må være en hellig stund, da dyr og vættefolkene kan være så snille julenat. Jeg har aldrig oplevet noget lignende. O, du verden!
Fløttavætturin kom fram á kórsgáttina og las inngangsbønina. Hann hevði brillur og væl lá fyri. Hann las á donskum máli. – Lader os alle bede. Herre, jeg er kommen ind i dette dit hus for at høre..... det høre og bønhøre Gud ved Jesus Kristus! Amen.
Jólamaðurin sá øll, ið inni vóru, drýpa høvur, blunda og halda hendur saman. Hann, sum var vanur at spjálka sær á vegginum og benda høvdið frá síðu til síðu, fekk ikki boygt høvdið framyvir, so hann legði vangan niður á herðarnar og blundaði. Royndi so frægt sum gjørligt at halda saman hendur, men fekk ikki gjørt hetta til fulnar. Tey pinkulíttlu vættrabørnini hildu hann vera løgnan, at hann ikki kundu drýpa høvur sum tey gomlu – abbar og ommur, heldur ikki halda hendur saman. Tey hildu hann vera ógudiligan. Seyðurin og kúgvin í forkirkjuni fingu kleyvarnar saman. Tey boygdu høvur og blundaðu, men jólamaðurin....
Ein av teimum yngru garðivættrunum sat við orglið og gav tónan til fyrsta sálmin: I denne søde juletid. Øll sungu við. Ikki visti jólamaðurin av, at vættrar kundu syngja so væl, hundur og ketta við og kúgvin í sínum lag. Hann hevði hoyrt vaksin fólk syngja, og tað vóru ikki nógvir klokkutímar farnir, síðani hann hevði hoyrt ansastovufólkið sungið. Hann hevði ikki enn fingið svar upp á spurningar sínar, hví hann var leiddur oman í Varða- og Steinahjallin, ei heldur hví hann var komin í kirkjuna jólanátt. Klára barnarøddin teskaði honum enn mild orð í oyrað, so okkurt fór at henda. Næsti sálmur varð sungin: Mit hjerte altid vanker i Jesu føderum, did samles mine tanker i deres hovedsum; der er min længsel hjemme, der har min tro sin skat, jeg kan dig aldrig glemme, du søde julenat. Jólamaðurin vaggaði aftur og fram og spjálkaði sær eitt sindur í hesum yndisliga sálmi. Hann skilti hvørt orð, ið sungið varð, men meiningina skilti hann ikki.... at Gud af himmerige i stalden ligge må... Ein gudur skuldi liggja í einum fjósi, tað fór um hansara vit og skil.
Nú komu fleiri vættrar og løgdu lestrarfjølina á, og gamli vætturin av Fløtti fór undir at lesa lesturin til jóladag. Hann las úr bókini hjá Carl Moe við gotiskum bókstavum. Teksturin var úr Jóhannusar evangelium fyrsta kapittul, ørindini 1-14. I begyndelsen var ordet, og ordet var hos Gud, og ordet var Gud. Dette var i begyndelsen hos Gud. Alle ting er blevet til ved det...... Når vi nu igen bliver indbudt til at holde julefest, gælder det jo om at få en virkelig velsignelse ud deraf, så at det ikke kun bliver en fest for kødet....
Jólamaðurin sat undir hvørjum orði og goymdi tað í hjarta sínum. Okkurt var við hesi halguni, tí tað lýsti í eygunum á teimum smáu vættrunum. Hann hevði ikki upplivað slíkt áður. Hesa gleði vildi hann tilogna sær... alle ting er blevet til ved det... so er hann eisini blivin til við Guðs orði. Jólamaðurin fór upp at spjálka og rópti ... Guð hevur skapt meg, Gud hevur skapt meg við einum orði! Øll, ið inni vóru, skóru út úr at syngja: Her kommer Jesu dine små. Henda sang dámdi vættrunum so sera væl at syngja. Hetta var teirra sangur. Vættrafólkini vóru smá, og kundu neyvan vera minni, og Gud hevði skapt tey. Kúgvin í forkirkjuni var stór í vavi, men jólanátt var hon lítil í ondini sum ein lítil kálvamua eins og vættrarnir. Hennara dølsku kúgvaeygu glampaðu av teimum læandi kertuljósunum. Soleiðis eisini við kettunum og hundunum. Tey vistu alt um barnið í krubbuni, sum var lítið, men var stórt í magn og anda, tí tað var Guðs sonur, sum kom í heimin jólanátt. Til seinast reistu øll seg og sungu Gleðilig jól. Jólamaðurin reisti seg eisini, fleiri smáir vættrar fóru at hála í halan á jólamanninum. Hann brosaði og spjálkaði sær og rópti halleluja! halleluja! Guð hevur skapt meg við einum orði!
Aftur kom gamli vættradeknurin av Fløtti við brillunum á nøsini fram á kórgáttina og las útgangsbønina. Herre, jeg takker dig af mit ganske hjerte, fordi du har lært mig, hvad du vil, at jeg skal tro og gøre.... øll drupu høvur, hildu saman hendur og blundaðu. So komu biðisløgini. Gamli vætturin undan Garði ringdi biðisløgini. Jólamaðurin taldi níggju biðisløg, og tað var deyðastilt í kirkjuni. Hann sendi eina stilla bøn upp til Guðin, sum hevði skapt hann og sent sín son til jarðar jólanátt at veita øllum ævigt lív, sum trúðu honum, men mest av øllum takkaði hann honum fyri, at hann hevði sent hann úr Hammerfest til Oyndarfjarðar. Her hevði hann vunnið sær sálarbót, og tað var rætt, sum deknurin las, at jólini.. ikke kun var en fest for kødet. Kjøtið skal hava sítt, men tað er ikki nóg mikið, sálin skal hava lívgevandi vág. Hesum trúði jólamaðurin úr Hammerfest.
Meðan vættraorganisturin spældi postludium, gingu øll út eftir gólvinum út í tún. Øll tóku í hondina hvørt á øðrum og ynsktu gleðilig jól. Leiðin lá niðan í Varða- og Steinahjallin. Slíkt fylgi hevði aldri verið í Sjóvartúni fyrr. Ein bjørt stjørna stavaði niður yvir hjallarnar og fóru øll á gátt. Har í rekaviðakrubbuni lá eitt lítið barn – ein pinkulítil vættradrongur, sum var borin jólnátt í einum varðahjalli – einum opnahjalli. Øll fóru at krubbuni, sóu foreldrini, barnið og lovprísaðu Guði. Klokkan var brátt føst í seks á morgni, og nú var Jógvan undir Garði á veg uppaftur í kirkjutornið. Vættrarnir, dýrini og jólamaðurin leitaðu upp hús og fóru til høldar. Jógvan undir Garði fór upp í tornið, læt lúkurnar upp og hugdi út yvir staðin. Hvít guva var um Steina- og Varðahjallin. Hann sá fjøld av vættrum í tí ljósu guvuni fara við einum jólamanni niðan í Ansastovu. Ein bjørt stjørna stóð beint omanvert Knúk, og rakk glæman frá henni niður á Steina- og Varðahjallin. Hann trúði ikki sínum egnu eygum, men soleiðis var tað.
Vaknaði kl 6, tá ið Jógvan undir Garði ringdi jólamorgun, og fór upp. Kveikti mær eitt kertuljós og fór at vita, um jólamaðurin hekk á bróstinum. Jú, har hekk hann. Eg hoyrdi hann siga brosandi - Gleiðilig jól. - Ja, gleiðilig jól. Tann síðsta ljósa guvan úr skorsteininum á Vitanum datt um gongsgáttina út í tún.
Hesin jólamaðurin hekk seinastu ferð uppi 1955 á bróstinum á Bakkanum í Fuglafirði. Hann var úr pappi, og hevði tað gott allar sínar dagar. Alt fær sín enda á hesi jørð. Ikki vóru klistribondini so góð, sum tey eru í dag. Um so var, hevði honum verið longri lív lagað. Ofta var heftiplástur brúkt at bøta um bágan, tá ið hóttafall sást á onkrum. So var eisini við hesum jólamanni. Sínar síðstu dagar, hevði hann heftiplástur um allan kroppin og hevði broytt skap. Mong eru ellisvomm. Eitt so gott minni um ein jólamann, sum kom úr Hammerfest við einum guvutrolara og endaði sínar dagar her á klettunum, er bæði ein hvørvisjón og ein veruleiki.
Frits Johannesen er listamálari, búsitandi í Fuglafirði. Søgan um jólamannin úr Hammerfest varð upprunaliga prentað í Sosialinum.