top of page
Reading

Lesivanakanningin 2017/2018

 

Í november 2017 til januar 2018 var stór lesivanakanning gjørd í 4., 6. og 9. flokki í skúlunum kring landið; umleið 1300 næmingar tóku lut, svarandi til 75 % av árgangunum. Næmingarnir svaraðu 26 spurningum.

 

Kanningin er ein støðulýsing av eitt nú, hvussu ofta og nógv børn lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli og á hvørjum miðli tey lesa. Hon vísti, at tveir triðingar ella 65,6 % av øllum børnunum lesa sjáldan ella ongantíð í frítíðini. Býtt út á teir tríggjar árgangirnar, so lesa 33 % av næmingunum í 4. flokki í frítíðini, 28 % av næmingunum í 6. flokki og 12 % av næmingunum í 9. flokki.

Tær, ið hava tikið stig til kanningina, eru Lydia Didriksen, námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi, Sissal M. Rasmussen, námslektari á Námsvísindadeildini og Ph.D., og Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Les alla kanningina her

Fakta

15 % av børnunum tosa bæði føroyskt og onnur mál heima

 

- Lesivanakanningin 2018

bottom of page