Á breddanum
Summarbókin: - Eg fari at lesa 1984 saman við vinmonnunum
22.07.25
- Vinmenninir og eg hava ein bókaklubba, so eg fari at lesa 1984 eftir George Orwell, sum er á skránni í bókaklubbanum. Í fjør lósu vit Animal Farm eftir Orwell, og hana dámdi mær væl – hon var áhugaverd, stuttlig og syrgilig at lesa – snúði seg um djór á einum bóndagarði, sum gera uppreistur móti menniskjum, men enda við at líkjast teimum til síðst.

3 ljóðbøkur til summarferiuna
21.07.25
Ljóðbók við í summarfrí? Her fært tú trý góð hugskot frá Býarbókasavninum. Síðsta ár gjørdust fyrstu føroysku ljóðbøkurnar tøkar á ljóðbókasavninum eReolen, og tað hevur havt við sær, at føroysku ljóðbøkurnar nú eru millum mest læntu ljóðbøkurnar hjá Býarbókasavninum.

Summarbókin: - Mær dámar best bøkur, har onkur fortelur sína persónliga søgu
21.07.25
- Bókin eg havi valt, snýr seg um, hvussu mann kann royna at motivera seg sjálvan, menna seg og fylgja sínum málum. Hvussu mann kann arbeiða við ymiskum mentalum fokuspunktum. Og tí haldi eg, at bókin hóskar seg avbera væl til tað, eg geri til dagligt

Summarbókin: - Eg sat við vindeygað og las í dagavís
16.07.25
- Sum barn elskaði eg at ferðast suður til Sumbiar til ommu mína at lesa. Eg sat í stólinum við vindeygað í køkini og las í dagavís, og omman syrgdi fyri, at eg fekk at eta og drekka. Tað var har, eg las meg burtur í annan heim, og tað er og verður mítt absolutt besta lesistað.

Summarbókin: Rukkutar síður og kaffiblettir, sum vekja góð minni
10.07.25
Tað er eisini ein serlig kensla; at taka eina bók fram, sum er merkt av at vera brúkt eitt serligt stað; rukkutar síður ella ein kaffiblettur, sum minna meg á, hvar eg sat, tá ið bókin varð lisin. So kemur kenslan frá upplivingini av at lesa ávísu bókina eisini aftur.

Bókabyrjan: Ein góður barndómur byrjar við góðu bókini
03.02.25
Bókabyrjan hevur tvey høvuðsendamál: Málmenning og norðurlendskar søgur. Umframt at vit vita, at lesing fyri barninum styrkir málmenningina, hava vit sett okkum fyri, at børn í øllum trimum norðurlondunum skulu lesa søgur úr hinum norðurlondunum.

Takk fyri jólakortið
05.12.24
Ein brævbjálvi er fyri summi eitt fremmandaorð, og tað eru langt frá øll, sum kenna sína fulla bústað við t.d. postnumrinum. Alt hetta er partur av at skriva eitt jólakort, sum skal sendast við postinum, og tí hevur átakið havt eitt læringsendamál, sum tað annars ikki verður arbeitt við í gerandisdegnum.

Hvønn skriva vit til, um eingin tímur at lesa?
24.10.24
“Og ikki minst lesarin. Tað kann vera ørkymlandi at liva í eini tíð, har fleiri granskingar vísa á, at lesivanar vikna. Tá fólk tíma verri og verri at lesa. Ynskja vit, at fleiri fólk skriva, mugu vit tryggja okkum, at fólk lesa. Og at umhvørvi er til at skriva. Og ynskja vit, at fleiri skulu lesa, mugu vit skapa karmarnar”.
