21. desember

21.12.21

Hvat eyðkennir ein jólasálm?

Tað, sum eyðkennir jólasálmar, er einfeldi. Tað er eitt einfeldi í sálmunum, sum tiltalar okkum á jólum, bæði hvat viðvíkur boðskapinum og lagnum. Okkara jólasálmar eru lutfalsliga ungir. Vit fóru ikki at syngja føroyskar jólasálmar fyrr enn í byrjanini av 1900 talinum. Tað byrjaði við, at vit fóru at dansa um jólatræið, og við tí komu føroysku sálmarnir. Annars var bert sungið á donskum í kirkjuni fram til 1960 árini ella har á leið.


Hvørjir jólasálmar verða oftast sungnir í kirkjum okkara á jólum?
Eg havi í eina tíð skrásett hvørjir sálmar verða sungnir í samband við guðstænastur í Føroyum. Nú jólini eru í hondum er tað áhugavert at hyggja eftir, hvørjir jólasálmar eru teir best umtóktu.

Kanningin byggir á skrásettar sálmar í 25 kirkjum kring landið kirkjuárini 2017-2018:


1. “Gleðilig jól”: Skrásettur at verða sungin 102 ferðir.
Fríðrik Petersen yrkti kenda sálmin longu í 1891, og er hann tí ein av elstu sálmum, sum vit hava á føroyskum. Hann yrkti “Gleðilig jól” til kenda týska lagið “Stille Nacht” hjá Franz Gruber, sum longu tá var kent um nærum alt Evropa.


2. “Føgur er foldin”: Skrásettur at verða sungin 53 ferðir.
Tá B.S. Ingemann yrkti sálmin í 1850, varð hann ikki hugsaður sum jólasálmur. Hann nevnir hann pílagrímssangur, tó at teologar gjøgnum tíðirnar hava kritiserað innihaldið í sálminum, millum annað fyri at ímyndin av menniskjalívinum ikki tekur støði í Bíbliuni.
Hvussu er og ikki, so er hann ein av best umtóktu jólasálmunum í norðurlondum, eisini í Føroyum í týðingini hjá Jákupi Dahl.
Lagið sigst at verða úr Sclesia, tað sum nú er partur av Pólandi.


3. “Eg rósu upp sá næla”: Skrásettur at verða sungin 43 ferðir.
Sálmurin hevur sín uppruna í katólskari siðvenju. Lagið er helst frá seint í miðøldini.
Í 1599 gjørdi Michael Praetorius eina kórútseting av lagnum, sum flestu kórsangarar í Føroyum kenna.
Jákup Dahl týddi tvey ørindi úr yrkingini í 1938 við støði í donsku týðingini frá 1920.


Hvør er tín yndisjólasálmur?

Mín yndissálmur er nummar 103 í sálmabókini “Tað sótu seyðamenn á vakt”. Mikkjal á Ryggi lýsir hegnisliga løtuna, tá hirðarnir á markini fáa boð frá einglunum um at heimsins frelsari er føddur. Dámurin av pasturale, sum vit kenna hann úr t.d. Messias hjá Händel og Jólaoratoriinum hjá Bach kemur týðiliga til sjóndar í 1. ørindi. 

H. J. Højgaard gjørdi yndisliga lagið, sum passar so sera væl til tekstin.


Leif Hansen er úr útbúgvin í tónlistafrøði og starvast sum kórleiðari hjá Havnarkórinum. Granskingin í sálmasangi er umbiðin av Fólkakirkjuni ísv. at fyrireikingararbeiðið við nýggju sálmabókini. Núverandi sálmabók er frá 1990. Fyrsta føroyska sálmabókin kom í 1960.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo