3. desember
03.12.21
Sangurin við David Essex ’A Winter’s Tale’ um vetur, kulda og einsemi hevur hugtikið meg frá fyrstu ferð, eg hoyrdi hann. Hesin flotti tónleikurin fangar tey flestu, og so er tað huglagið, tann eitt sindur sorgblíði dámurin. Og søgan í vetrarkuldanum.
Hann sigst vera umbiðin sum jólasangur. Hevur tó ikki nógv við kristnu jólini at gera, krubbu, nýfødda himmalkongin, Mariu og Jósef, einglakór og seyðamenn, ella alt tað, sum vit í dag seta í samband við jól og jólastákan. Men ein klokka ringir í firruni, og tað skal kanska umboða tað jólaliga.
Og so er tað veturin og kuldin og henda árstíðin. Her er nakað fyri sansirnar: Myrkt er og kalt, og kavi fjalir foldina. Einsemi innan og uttan og so júst hesa tíðina á árinum, tá ið familjuhátíðin fær fólk at leita saman.
Hon er farin frá honum, og um hann vildi fylgt henni, liggur slóðin fjald í kava, so hann finnur ikki leiðina. Men klokkuljóðið langt burtur bindur tey kanska saman, tí hon hoyrir kanska sama klokkuljóðið? Nakað sum tá ið vit hyggja upp á mánan og hugsa, at ein, ið er farin burtur í lond, sær júst henda sama mánan – og onkur hevur enntá hug at biðja mánan heilsa har.
Her eru kenslur og minni. Og ein kærleiki, sum ikki bar til. Í kuldanum fløvar hann seg bæði við eldin og við minnini.
Henda vakra sangin hava tónlistaligu úrmælingarnir Mike Batt og Tim Rice skrivað. Flott gjørdur og stórt skipaður, sum nógv annað hjá teimum báðum er. Havi undrast á, at eg ikki skal hava hoyrt hann á føroyskum, so einar tveir vetrar havi eg hugt eitt sindur at tekstinum og dittaði mær at royna at flyta hann inn í føroyskt. Tá ið eg nú tók hann fram aftur herfyri, spurdi eg onkran, sum fylgir betur við føroyskum tónleiki enn eg, men hann visti heldur einki um, at hann var á føroyskum. So nú legði eg hann út á vanga mín á Facebook.
Eg havi roynt at fangað nakað av tí huglagi og kenslurnar, ið eyðkenna henda sangin, sum Mike Batt og Tim Rice skrivaðu í 1982 eftir umbøn frá David Essex. Hvussu væl tað hevur eydnast, verða so onnur at meta um.
Her eina mót nátt, kuldin er kropin á gátt,
og slóðin eftir teg er løgd nú øll við kava,
og horvið er títt fótafar.
Ein logi brennur enn
og minnini barminum í,
men øll vit vita jú,
at einsemi er svárt hesa ársins tíð.
Tað var bara eitt ævintýr,
bert eitt vetrarævintýr,
og heimurin leggur líka
í niður brendar brýr.
Men tað skiltu tú og eg,
hesin kærleikin bar ongan veg.
Sæð við heimsins eygum bert eitt vetrarævintýr.
Í kvirruni her hómast nú fjart klokkuslag,
og hoyrir tú tað við, hoyrir tú tað sama,
har ið tú ert stødd í dag?
Vóni eydnan er tær blíð,
– hvat vónin so verd vera kann –
at kærleiki og styrki fylgja tær á ferð
alla foldartíð.
Mike Batt og Tim Rice (1982)
Erla Berghamar týddi (2021)
Erla Berghamar er útbúgvin grafikari og arbeiðir sum sjálvstøðug við rættlestri og týðing.