top of page

15. desember

15.12.21

Vit verða ongantíð ov gomul til gátur. Og meðan vit bíða eftir kavanum og hvítu jólunum, kundu vit hóskandi sagt gátur fyri hvørjum øðrum. Royn teg saman við familjuni ella starvsfeløgunum. Her er nakað av íblástri úr lesibókini, Finku.


Skal eg siga tykkum eina

kalda krøniku? flennir Tóra.


– Ein kavamaður hyggur upp í loft.

So spyr hann ein annan kavamann:

Luktar tú gularót?

– Ha ha ha, flenna tey øll í kíki.


– Vita tit, hvat kavamenn eta til morgunmat?

Kavaflykrur.


– Hvat kalla vit ein kavamann um summarið?

Ein hyl.


– Hví var kavamaðurin gulur?

Spyr hundin.


Kanska kunnu tit siga onkra søgu ella gátu?


Gáturnar eru at finna í Finku, sum Nám gav út í 2020. Rithøvundur er Marianna Skarðenni Poulsen, og Kathrina Skarðsá myndprýddi. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page