top of page

22. desember

22.12.21

Mítt sterkasta jólaminni er sjálvandi frá mínum barnaárum, tí einki er sum jól, tá ið ein er barn. 


Eg minnist, at dreingirnir í Kommunuskúlanum kroystu kavabløkini til ís, og ranst tú ikki nóg skjótt, varð tú rakt. Tað var kavakríggj í øllum býnum, og eg minnist enn, hvønn eg ræddist mest. 


Eg fór at skreiða á Tinghúsbønum og stóð á skoytum á tjørnini, sum í dag er har, ið læknahúsið liggur. Omma hevði altíð ein kassa av jólaøli til børnini, og á proppunum, sum vit samlaðu, vóru altíð lítlar myndir á.


Eg elski jólini. At hugna um hvønnannan, spæla kort og bara vera inni. Mest av øllum elski eg, hvussu hugnalig Havnin er á jólum – tá hon er pyntað, og serliga um kavi er í plantasjuni. Í mun til mítt arbeiði,  gleðist eg yvir jólaligar uppgávur sum at sleppa at myndprýða Mína Jólabók. Men tá ið eg teknaði til Jólabókina í ár, sat eg í hitanum í Keypmannahavn í juni. Hóast tað havi eg altíð míni barndómsminni um ta kavaklæddu Havnina á jólum, sum eg kann fara aftur til. 


Soleiðis er at vera listafólk. Alt er so livandi í huganum.


Mítt yndisjólaminni úr bókaheiminum er uttan iva søgurnar um Narnia. Hetta við at fara inn í eitt skáp og stíga inn í ein heilt annan veruleika við løgnum skapningum og djórum, sum kunnu tosa. Hesa magisku realismuna brúki eg nógv í mínum arbeiði. Eg eri sera hugtikin av hesum tankanum um, at tað møguliga bert er eitt tunt lag millum okkum og ein ævintýrkendan veruleika.


Lena Nicolajsen er útbúgvin sniðgevi og hevur myndprýtt yrkingasøvn, leiku, klæði, bøkur, postkort, framsýningar og steinprent. Í 2021 hevur Lena millum annað myndprýtt barnabókina Hilda og Monsi, Mína jólabók 2021 og plakat, faldara og bókamerki til Kom og les átakið hjá Føroyar lesa.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page