top of page

Altjóða náttúrudagur
03.03.26
Í dag er altjóða náttúrudagur. Vit eiga altíð at geva náttúruni ans, og í dag er einki undantak. Og tíbetur eiga vit hópin av tilfari til skúlar og dagstovnar at fara í holt við. Í Bókaslúkinum finst arbeiðstilfar til nógvar av norðurlendsku myndabókunum, ið hava verið í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og fleiri av teimum eru eisini at finna á føroyskum.
Blaða í myndamappuni undir greinini, har tú kanst lesa nærri um einstøku bøkurnar.
Arbeiðstilfarið er at finna á: bokslukaren.org.
Vegleiðing til arbeiðstilfarið á føroyskum er her: Myndabøkur í undirvísingini.


SAMBAND
SNARVEGIR
FYLG OKKUM
Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.
© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page









