Rithøvundaprát
Vit eru altíð forvitin eftir at hoyra, hvaðani rithøvundarnir fáa sín íblástur, og hvussu teir arbeiða við sínum søgum. Niðanfyri finnur tú eitt úrval av samrøðum við føroyskar rithøvundar.
Millum permurnar, Samrøða, Rithøvundaprát
Huldufólkini hava altíð verið har
Tað kennist næstan, sum er tað ikki eitt hugskot, sum er komið nakrastaðni frá, tí tey hava altíð verið har – huldufólkini. Tey manglaðu bara onkran, sum kundi siga teirra søgu, og tað bleiv so eg, sum slapp at siga frá júst hesum partinum, tí søgan er jú nógv eldri og fevnir um nógv meira enn júst søguna um Tóru og hini ungu fólkini í skúlanum.
ung, Samrøða, Børn, Bókaprei
Um at vera ættleidd, rasismu og sálarheilsu
Hvussu kennist tað at vera ættleidd/ur? Hvussu er tað at vaksa upp í einum samfelag, har tú kanska hevur ein annan húðarlit enn fleirtalið? Hevur ein øðrvísi húðarlitur ella útsjónd ávirkan á, hvussu tú verður viðfarin, ella er tað nakað, sum fólk ikki hugsa um?
Samrøða
- Eg hevði onga kenslu av, um bókin nyttaði nakað sum helst
Rithøvundaprát: Eg hevði ummælt bøkur í fleiri ár, men eg hevði onga kenslu av, um bókin nyttaði nakað sum helst. Men fyrsta upplagið, sum taldi 1.500 eintøk, varð útselt eftir ongari tíð. Vit hava tosað við Jógvan Isaksen um Hannis Martinsson, krimisjangruna og grindadráp, nú TROM fer av bakkastokki.
Samrøða, Rithøvundaprát, bókaprát
- Øll hesi fólkini hava búð í mínum húsi í trý ár, og tað merkist, nú tey eru flutt út
Rithøvundaprát: Mær leingist á ein hátt eftir teimum øllum. Tað er so tómt. Tað er torført at forklára. Tað er sum, tá ein ordiliga góð bók er liðug. Øll hesi fólkini hava búð í mínum húsi í trý ár, og tað merkist, nú tey eru ‘flutt út’, sigur Sólrún Michelsen, nú hon er liðug við tríbindsverkið um Helenu og hini.