top of page

18. desember

18.12.21

Halla og Hanus


Hetta er ein søga um tvær lítlar jólavættrar: Hallu og Hanus. Halla búði í Havn og Hanus í Sumba. Tey vóru systkinabørn, tí mammurnar vóru systrar. Hjá vættrum er tað soleiðis, at tað eru mammurnar sum ferðast, meðan páparnir ikki fáast av fetanum. Men soleiðis var Hanus als ikki. Hann elskaði at ferðast. Hann búði í seinasta fjósinum við seinastu kúnni, sum eftir var, í Sumba.

Nú stóð hann og hugdi at kúnni, sum hugdi aftur og segði - Møøø.

-Ja. Tað er gott við tær. Tú sigur møøø og einki annað, men nú vil eg hava onkran annan at tosa við, segði Hanus avgjørdur. - Eg fari at halda jól hjá Hallu á Hoyvíksgarði.

-  Møøø, beljaði kúgvin, - Hvat so við mær? Men Hanus tímdi ikki at lurta eftir henni. - Eg leggi líka í, hvat tú sigur. Eg eri farin, segði hann, setti húgvuna á høvdið og rann oman hagar, bussurin plagdi at steðga.

Tá hann hevði bíðað eina løtu, kom bussurin koyrandi. Hann steðgaði beint við, har Hanus stóð. Hurðin fór upp, og út steig ein kona við einum kufferti. Áðrenn bussførarin kláraði at lata hurðina aftur, smeyg Hanus sær upp í bussin. Hann ætlaði sær at sita aftast, tí tað dámdi honum best. Hann koyrdi onkuntíð túr við bussinum runt í Suðuroynni, tá bussurin var tómur. Men hesa ferð var ein hópur av larmandi børnum í bussinum. Á tosingarlagnum skilti Hanus, at tey skuldu til onkra ítróttarkapping í Havn. Tey tosaðu um fótbólt og fimleik.

Hanusi dámdi illa allan hendan larmin. Hann bardi seg aftur til tey aftastu setrini í bussinum, men har sótu nakrir dreingir og róptu og skumpaðu undir hvønn annan. Hanus fór yvir og klípti ein í beinið.

- Aav! rópti drongurin. - Hvat var hatta?

So klípti Hanus tann næsta dreingin í lærið.

- Aaav! Lat vera! rópti hann og hugdi uttan um seg, hvør klíparin mundi vera.

Eg havi heilt gloymt at siga, at vættrar síggjast ikki av vanligum fólki. Tær eru ósjónligar og kunnu tí gera tað, teimum lystir. Tær eru lítlar av vøkstri. Umleið sum ein vælvaksin ketta í stødd.

Nú setti Hanus seg at húka og byrjaði at loysa lissurnar á skónum hjá tí triðja dreinginum og læt hann úr um beinini. So beit hann í stórutá.

- Aaavv! ýldi drongurin, sum hevði sitið púra býttur og hugt at lissunum og skónum, sum nú fóru tvassandi oman gjøgnum bussin og hoppaðu upp á eitt tómt setur longur frammi. Drongurin hugdi niður á tærnar og leyp nú á føtur og rann aftaná skónum.

- Mínir nýggju Adidas. Mamma drepur, um eg missi teir burtur. Hann steðgaði frammanfyri skónum og stardi at teimum. Skuldi rætta hondina út eftir øðrum, men ripti hana til sín aftur, tí nú fóru skógvarnir at dansa. Teir hoppaði upp og niður, so at øll í bussunum reistust at hyggja. Tey flentu og róptu. Bara drongurin, sum átti skógvarnar, flenti ikki. Tá teir at enda stóðu stillir, prikaði hann varisliga til teir, men tá einki meira hendi, setti hann seg niður, lat seg í aftur skógvarnar og bant lissurnar væl. Bant dupultan knút á.

Hinir báðir dreingirnir høvdu sett seg aftur, har teir sótu, men teir fingu eitt ordiligt klíp aftrat. So fluttu eisini teir longur fram í bussin at sita. Teir hugdu ørkymlaðir aftur um økslina at setrunum aftast í bussinum, sum nú vóru tóm. Ja, tað hildu teir, men har lá nú Hanus og slangaði sær við einum stórum smíli.

- Áh. Einki er sum friðurin aftast í einum bussi, segði hann og blundaði. Hann gleddi seg at síggja Hallu aftur. Nú vóru skjótt hundrað ár síðan, hann hevði verið í Havn og vitja.

Halla búði á Hoyvíksgarði, og har vóru nógvar kýr og nógvur seyður, visti Hanus. Ein góður garður. Tey áttu eisini bát. Bæði áttamannafar og fýramannafar. Ikki sum í Sumba við bara einari skallutari kúgv. Hann stúrdi fyri, at tá hendan kúgvin doyði, fór hann at vera noyddur at flyta úr fjósinum. Kanska út í ein stein í haganum. Huff. Hanus skultraði sær, har hann lá.

- Vættar hava altíð búð í fjósum, mutlaði hann. - Har er so fjálgt og gott, og mangan góðan bita hava vit fingið frá konunum í húsinum.

Knappliga fekk hann eitt gott hugskot. Hann settist upp undir seg. Ja. Kanska kundi hann flutt norður til Hallu at búð. Hann smíltist heilt aftur í oyruni. Honum dámdi best í Sumba, men í Havn mundi kortini vera betur enn í einum køldum steini úti í haganum.

Nú steðgaði bussurin, og tá Hanus hugdi út gjøgnum vindeygað, sá hann eitt velduga stórt skip beint uttanfyri.

- Áh, andaði Hanus. - Hatta man vera Smyril, sum øll tosa um. Seinast, hann hevði verið í Havn, var við einum tíggjumannafari, sum sumbingar róðu. Tá var hann næstan deyður í sjóverki. Hendan ferðin mundi fara at ganga bæði skjótari og betri. Hann bíðaði eftir, at hurðin skuldi fara upp, men bussurin koyrdi bara, allur sum hann var, umborð á skipið.

Tá lat bilførarin endiliga hurðarnar upp, og øll børnini trokaðust at sleppa út. Hanus var so seinur, at hann mundi komið í klemmu í busshurðini.

Hann fór aftan á øllum hinum inn gjøgnum einar stórar jarndyr og so upp og upp gjøgnum einar trappur. Tær vóru so langar, at tær mundu ongan enda tikið.

Hanus huffaði og puffaði, tá hann endiliga stóð uppi á dekkinum, har kafeterian var. Hann kom framvið sølubúðini, har fólk trokaðust at sleppa framat at keypa.

Har sá hann eitt fat við stórum sjokolátakøkum, sum fingu vatnið at renna úr tonnunum á honum.

- Lat meg fáa tríggjar muffins, segði ein tjúkk kona við klænari rødd.

- Eg vil eisini hava muffins, mutlaði Hanus. Hann var so lítil, at hann rakk ikki upp á skivuna. Hann tók í turriklæðið, konan hevði hangandi um hálsin, og kleiv upp. Har tók hann tvær køkur, eina undir hvønn armin, og sprakk so niður av aftur.

Ein lítil genta stóð við stórum eygum og helt um lærið á pápa sínum. Hon stardi út millum beinini á honum at hesum báðum køkunum, sum fóru sveimandi yvir at einum beinki og síðan upp á eitt borð, har tær minkaðu og minkaðu, til einki var eftir av teimum.

- Hmm, mutlaði hon. - Undarligar køkur. Hon hálaði í buksubrókina hjá pápanum.

- Babba. Eg vil eisini hava eina sovorðna køku.

Men nú var Hanus eisini mettur. Búkurin á honum var trillrundur. Akkurát sum ein muffin.

- Hvat skal eg finna uppá? hugsaði hann og sprakk niður av beinkinum. - Jú, eg fari á kanningarferð.

Hann hugdi inn í hvørja holu og hoyrdi motorarnar murra undir fótunum. At enda kom hann upp á brúnna, har skiparin stóð og stýrdi. Hanus kleiv upp á róðrið og sá nú út gjøgnum vindeyguni. Hann sá, hvussu skjótt skipið sigldi og sá tær vøkru oyggjarnar koma og fara framvið.

- Hetta er nakað annað og betur enn tíggjumannafarið, segði Hanus glaður. - Og eingin sjóverkur heldur.

Nú tók hann í róðrið og snaraði tí eitt sindur, og jú mín sann sneiddi skipið tann vegin. So royndi hann hin vegin, og skipið snaraði mótsettan veg. Hanus flenti.

- Hetta er stuttligt. Eg haldi, at eg vil vera skipari.

Men skiparin klóraði sær í høvdinum og sá ikki glaður út.

- Her er okkurt galið við róðursgreiðunum. Skipið aktar ikki, sum tað skal. Hann kleimdi um róðrið, at fáa Smyril á beint aftur. Harvið kom hann at kroysta fingrarnar á Hanusi, so hann fekk ilt.

- Ókey, ókey. Skal tað vera upp á handan mátan, segði Hanus firtin. Men nú sá hann ein reyðan knøtt, sum sá spennandi út. Hann trýsti á knøttin og eitt øðiligt ýl var at hoyra.

- Hvat ólukkan, segði skiparin. - Er nú alt í ólagið her? Men Hanus helt hetta vera sera stuttligt og trýsti á, hvørja ferð skiparin helt, at nú mundi tað vera í lagi aftur.

Smyril kom ýlandi inn á Havnina, so havnafólk hugdu upp, og spurdu hvørt annað, hvat ið nú mundi vera á vási.

- Kanska eru tað hasi “Ogur eiga Smyrol fólkini” sum fara at ganga kravgongu, helt onkur.

Hanus var komin í land, men hann stóð bara og gløddi. Her var ein øðilig vasan av bilum og fólki. Hetta var so ikki tann Havnin, hann mintist fyri hundrað árum síðan. Men Sumba var sjálvandi heldur ikki tann sama longur.

Hann fór til gongu. Tað mundi fara at vera betri vorðið uppi á Hoyvíksgarði.

Endiliga var hann frammi. Hann hugdi seg um í húsum og úthúsum og varnaðist, at her vóru hvørki fólk ella neyt. Her var so steindeytt. Hanus var púra fyri ongum, har hann stóð, men nú hoyrdi hann eina rødd.

- Hanus. Ert tú komin at vitja? Og har stóð Halla og líktist sær sjálvari í reyðari topphúgvu og fyriklæði. Halla klemmaði hann, so hann gjørdist heilt lotur.

- Nú skulu vit gera eina jólaveitslu fyri tær, segði hon glað.

- Hvar eru neytini? spurdi Hanus.

- Á tvætl í teg. Vit fáast ikki við tílíkt longur, flenti Halla. - Eg ringi líka niðan í FK til handilsvætturin og bjóði honum við. So kann hann taka mat og drekka við sær.

- Ringja? Hanus sá kirkjuklokkur fyri sær, men Halla tók eitt undarligt tól upp í hondina og trýsti á tað, og so tosaði hon við tað, sum var tað ein vættur.

- Neyðars Halla, hugsaði Hanus keddur. - Hon man vera í ørviti.

Men Halla tosaði við fleiri og bjóðaði út í luftina og fór so at stákast. Og ein fyri og onnur eftir komu vættrarnir úr grannalagnum og settust at práta. Handilsvætturin hevði ovmikið av øllum góðum við og skjótt sótu tey og flentu og fingu sær, og øll vildu tey frætta tíðindi sunnan úr Sumba.

Men Hanus kundi ikki gloyma hatta tólið, Halla hevði tosað við. Hann hálaði hana til viks og spurdi hana, hvat hatta var.

-Á dú, flenti Halla. - Hevur tú ikki sæð eina telefon áður? Nú skal eg vísa tær. Hon trýsti nakrar ferðir á, og legði so tólið aftrat oyranum á Hanusi.

- Sig okkurt, flenti hon.

- Halooo, hoyrdi Hanus í oyranum.

- Hmm, ja, host, mutlaði Hanus.

- Hvør er hetta? spurdi røddin í oyranum hjá Hanusi.

- Eg, svaraði Hanus.

Halla breyt av. - Um tú hevði eina slíka, kundu vit bæði tosa saman hvønn dag, segði hon.

- Eg? Eina slíka?

- Ja. Tú verður býttur av bara at tosa við kúnna. Tað er so bygdasligt.

Hanus helt, at nú var Halla nokkso næsvís. Tey fóru aftur til hini og hildu veitslu alla náttina. Hanus var verandi hjá Hallu nakrar dagar, og jólaaftan fingu tey rættiligan jólagreyt við smøri og kaneli og jólaøli og øllum, sum til hoyrdi.

Men har var so nógvur larmur. Vættrar komu og fóru, og var eingin og vitjaði, so tosaði Halla í heilum við hatta tólið, hon kallaði telefon. Hevði næstan ikki stundir at tosa við hann.

Hann byrjaði at leingjast eftir kúnni, sum altíð hevði tíð at lurta eftir tí, hann segði. Tá ein vika var farin, segði hann Hallu farvæl. Hon klemmaði hann og bað hann nú koma skjótt aftur.

- Lat ikki hundrað ár ganga ímillum. Tað er alt ov leingi, segði hon. So ringdi telefonin, og hon skundaði sær inn at taka hana.

Umborð á Smyrli suðuraftur sat Hanus og hugsaði. Nei. Hann riggaði helst ikki sum havnavættur. Best mundi vera sum var. Men kanska hevði tað verið eitt hugskot við hasi telefonini, so hann kundi tosa við Hallu.

Nú hann hugdi uttan um seg, sótu øll við eini slíkari í hondini. Tey, sum ikki tosaðu við hana, sótu og stardu niður í hana og nomu við hana við einum fingri. Tey tosaðu ikki saman longur.

Nei. Hatta vildi hann ikki hava.

- Nú fari eg at seta lív í, smíltist Hanus. Hann sprakk niðurav og rann upp í stýrihúsið, tók fyrst í róðrið og snaraði tí nakrar ferðir, so skipið sik-sakkaði seg fram móti Suðuroynni, og skipari og stýrimenn fóru upp at mala og rópa. So trýsti hann á floytuna, og Smyril ýldi og ýldi. Hanus flenti og hoppaði upp og niður. Hann rann oman aftur, har fólkið sat, og jú mín sann. Telefonirnar vóru lagdar til viks, og øll prátaðu við hvørt annað og spurdu og peikaðu. Summi høvdu reyðar kjálkar, onkur flenti og ein græt.

- Nú veit eg, hvat eg skal gera, tá eg troyttist av kúnni, segði Hanus. - Tá fari eg ein túr við Smyrli at seta lív í.


Sólrún Michelsen er ein av okkara virknastu høvundum. Hon hevur givið út skaldsøgur og stuttsøgur til bæði børn og vaksin. Søgan um Hallu og Hanus stóð at lesa í Mín jólabók í 2017. Myndirnar hevur Solveig Hansen teknað. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page