4. desember

04.12.21

Jól og jólasøgur

Eftir at hava arbeitt við barnabókmentum í skjótt fýrati ár, má eg bara viðganga, at jólasøgur er so mangt. 


Fyrst av øllum er tað sjálv jólasøgan um barnið, ið var borið í heim í fjósinum í Betlehem, reivað og lagt í eina krubbu. Hana havi eg hoyrt hvørji jól, so langt eg kann minnast, og sum barn sat eg og hugsaði um tað fjósið, eg kendi, og helt, at tað mátti hava verið bæði illfýsið, skitið og kalt. Men so komu jú bæði hirðar og vísir menn við stórum gávum, so helst var tað ikki so galið kortini.


Men so komu allar hinar jólasøgurnar, ið vóru skrivaðar um gamlar dagar í Føroyum. Nakrir lærarar vóru óførir at lesa slíkar jólasøgur - eitt nú tær, sum Martin Joensen hevði skrivað í Mín jólabók. Hansara søgur eru sera væl skrivaðar, spennandi og hugtakandi, so allur flokkurin sat sum á nálum og tók synd í fátækum, svongum børnum. Kanska vóru tey faðir- ella móðurleys, sjúka og fátækradømi valdaði, men altíð broyttist alt til tað góða, so øll at enda fingu eini gleðilig jól.


Og tá ið eg hevði lært at lesa, var Mín jólabók har. Hon byrjaði jú at koma út fyrst í farnu øld, og regluliga er hon komin á hvørjum ári síðan 1956. Nógvar av søgunum tá í sekstiárunum vóru týddar úr norskum, og eisini hesar snúðu seg oftast um, hvussu børn úr fátækum heimum, rakt av sjúku ella deyða, at enda fingu eini góð og hugnalig jól, takkað veri áræði ella góðum fólki í bygdini.


Serliga væl minnist eg eina, sum eg las fleiri ferðir, tí mær dámdi hana so væl: Tveir beiggjar høvdu mist pápan, ið hevði verið útróðrarmaður. Hóast mamman stríddist tað, hon var ment, stóð illa til, og døpur og svanglig jól vóru í væntu. Men so fingu dreingirnir báðir tað hugskot at umvæla ein gamlan bát og fara at seta gørn. Dagin eftir vóru fleiri kópar í gørnunum, sum teir fingu innanborða og selt keypmanninum í bygdini. Tá vóru teir erpnir, mamman glað og jólagleðin vís.


Eg ivist í, um hesar søgur høvdu talað til børn nú á døgum, men alt var so nógv øðrvísi tá fyrst í seksti árunum. Pápi mín var skipari, róði út við seksmannafari, tá ið hann var heima, og tað sama gjørdu so nógvir menn í bygdini. Tað var lætt at ímynda sær bæði rokfiskiskap og vanlukkur á sjónum.


So var tað eins og jólamenn og vættrar tóku yvir í jólasøgunum – og teir hava ikki mist takið enn, hóast onkur halgisøgan hevur verið á skránni viðhvørt. Flestu okkara lurta eftir ella lesa jólasøgur, tá ið vit eru børn, og so aftur, tá ið vit gerast foreldur. Men vit, sum arbeiða við barnabókmentum, sleppa ikki undan teimum. Og her má eg viðganga, at nýggjasta jólabókin, sum veruliga hevur gjørt mær mun, er JÓLAGRÍSURIN eftir J. K. Rowling.


Rowling so líkt er henda bókin so sera væl skrivað. Hon er spennandi, nútíðarlig og hjartanemandi. Sum týðarin, Bergur Rasmussen, sigur: “Hon er ein av teimum góðu jólasøgunum, sum vermir okkum um hjartað.” Eg hevði ynskt, at abbabørnini vóru nærri, so eg fekk lisið hana fyri teimum, tí bókin er veruliga ein gáva til foreldur og ommur og abbar at lesa fyri børnum í desember.


Niels Jákup Thomsen er útbúgvin útbúgvin lærari, men hevur í skjótt 40 ár starvast sum stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo