19. desember

19.12.21

Søgan um eina mús


Eg gjørdist pápi í 2003. Íblástur til tær fyrstu søgurnar, sum eg segði fyri dóttrini, Sissal, fekk eg frá teimum bamsunum og dukkunum, sum hon átti, og har var serliga ein mús, sum eg hevði keypt henni til jóla í einum leikuhandli í Danmark, har vit búðu tá.


Tað var ein lítil, hvít toymús, sum hevði eitt langt, hvítt og blátt, stríput turriklæði um hálsin og eina nátthúgvu í somu litum. Húgvan var seymað eitt sindur skeivt á høvdið, so bert annað oyrað kom undan. 


Sissal var glað fyri hesa músina, og músin gjørdist høvuðspersónurin í nógvum søgum hjá okkum báðum. Hon fekk navnið Hugnamúsin.


Seinni fekk eg fleiri døtur, og í dag eiga kona mín og eg fimm gentur. Umframt Sissal eru tær: Naina, Emilia, Femja og Eva Petra. Allar hava tær hoyrt søgur um Hugnamúsina og hinar mýsnar úr Músadalinum allan sín barndóm. Fleiri av hesum søgunum skrivaði eg niður og sendi til Bókadeildina, sum síðani prentaði tær í Míni Jólabók, har onnur børn hava kunnað lisið tær síðani 2006.


Men hvaðani koma so søgurnar?

Tá eg sjálvur var barn, búðu vit í kjallaranum hjá ommu og abba uppi á Oyggjarvegnum. Húsini standa sera langt frá býnum (munandi longri tá enn nú, so løgin eru frástøða og tíð), og eru síðstu sethús, tú fert fram við, áðrenn tú koyrir norður eftir Oyggjarvegnum. Hetta var eitt deiligt stað at vaksa upp, tí eg hevði allan býin framman fyri mær og so tann villa hagan beint aftan fyri húsini.


Eitt árið, tá eg var barn, vóru óvanliga nógvar mýs at síggja har um leiðir. Okkurt byggivirksemi nærhendis var uttan iva orsøkin, umframt seyðirnir, dunnurnar og hønurnar hjá ommu og abba.

At síggja mýs allastaðni, har eg spældi, var púra vanligt fyri meg, og eg minnist ongantíð, at eg havi verið bangin fyri teimum. Tey vaksnu í húsarhaldinum vóru sjálvandi ikki líka so fegin um tær, sum eg.


Eina ferð eri eg so farin at undrast á, hvar hesar mýs mundu koma frá? Eitt stað, eg ofta plagdi at spæla í, var í sonevndu Varðholuni millum okkum og grótbrotið longri uppi á vegnum. Varðholan er ein lítil lægd við ein heygg, sum verður nevndur Soldatarheyggurin. Tað sigst, at havnarfólk plagdu at fjala seg har fyrr í tíðini, tá sjórænaraskip vóru at síggja. Ein stórur steinur stendur mitt í lægdini.

Tá eg so fann upp á søgur fyri - og saman við - døtrum mínum, kom hetta so at vera heimstaðurin hjá mýsnum, teirra músadalur.


Soleiðis fór eg at binda míni egnu barndómsminni og tær músasøgurnar, sum eg ímyndaði mær sum barn, upp í søgurnar, ið eg segði fyri døtrunum um Hugnamúsina og hinar mýsnar í Músadalinum.

Tann fyrsta prentaða søgan “Jólini hjá Hugnamúsini” kom út í Míni jólabók í 2006. So hvørt døturnar gjørdust fleiri í tali, vórðu eisini fleiri søgur skrivaðar, og allar fimm genturnar hava onkra søgu ella mús, sum júst tær hava verið við til at finna uppá. Søgurnar eru í dag vorðnar nógvar í tali.


Nú eru tær flestu genturnar vorðnar so vaksnar, at eg ikki lesi søgur fyri teimum meira. Men vónandi er ein hugur birtur í teimum fyri søgum og skriving, so hvør veit, hvat framtíðin fer at vísa? Og kanska fara tær at brúka hesar søgur og finna upp á aðrar saman við sínum egnu børnum, tá tann tíðin kemur.


Eftir hjá mær er bara ein afturvendandi tanki um at geva hesar søgurnar um mýsnar úr Músadalinum út samlaðar í egnari bók. Hvør veit? Kanska tað verður veruleiki eini jól í framtíðini.


Sámal Soll er kendur fyri sínar serligu stuttsøgur til vaksin og fyri sínar fittu søgur til børn. Sum hann greiðir frá omanfyri, hevur hann skrivað fleiri søgur um mýs í Míni jólabók. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir músasøgurnar:


"Jólini hjá Hugnamúsini" í Míni Jólabók 2006 

"Vættrahúsið" í Míni Jólabók 2008 (adventssøgan) 

"Jólini í nýggju húsunum" í Míni Jólabók 2009 (adventssøgan) 

"Tá ið Hvítamús hvarv úr Músadalinum" í Míni Jólabók 2010 

"Føðingardagurin hjá Hugnamúsini" í Míni Jólabók 2011 

"Hin óndi kavamaðurin" í Míni Jólabók 2012 (adventssøgan) 

"Villamús fer í grind" í Míni Jólabók 2013 

"Spøkilsið í lærarastovuni" í Míni Jólabók 2013 

"Hundalív á jólum" í Míni Jólabók 2017 

"Tjóvurin í fimleikahøllini" í Míni jólabók 2019