
Lesifest á móðurmálsdegnum
25.03.26
Í dag er móðurmálsdagur. Hesaferð hátíðarhalda vit móðurmálsdagin við eini heilari viku, tá vit halda lesifest.
25. mars er føroyski móðurmálsdagurin. Hann verður hildin á hvørjum ári á føðingardegi V.U. Hammershaimbs, ið grundlegði føroyska skriftmálið.
Móðurmálsdagurin er merkisdagur hjá fleiri felagsskapum og stovnum, ið fáast við mál, bókmentir og undirvísing. Føroyar lesa er einki undantak, og farnu árini hava vit sett dám á dagin á ymsan hátt. Í ár hava vit valt at seta alla vikuna av til móðurmálið og lesingina sum heild. Hesa vikuna hava vit lesifest, har vit bjóða øllum við. Skúlar og stovnar spíla seg út við alskyns lesiátøkum, og vit vóna, at føroyingar sum heild geva lesingini ans heima og úti hesa vikuna.
Les eisini: 6 góðar orsøkir til at lesa við børnunum
Í.s.v. lesifestina hava vit framleitt filmar um lesing, har bæði børn og vaksin greiða frá síni lesigleði. Á Skúlatrøð í Klaksvík ganga 4 dreingir í 3. flokki, sum hava vakt ans við at fortelja Føroya fólki um teirra lesigleði. Í Eysturskúlanum í Havn hava starvsfólkini havt lesibólk í nógv ár. Tey lesa bert bøkur á føroyskum, upprunaføroyskar ella týddar, og hava eftirhondini lisið á leið 30 bøkur saman. Báðir filmarnir kunnu síggjast her á síðuni og á okkara sosialu miðlum.
Les eisini: Manglar tær ein lesibólk?
Føroyar lesa ynskir øllum ein góðan móðurmálsdag og gleðast um, at so nógv hava tikið
av innbjóðingini til lesifestina. Fylg við á heimasíðuni og okkara sosialu miðlum, har tú fært hugskot og íblástur til lesifesti o.a.


