top of page

5 góðar bøkur um systkin

18.07.23


Skulu tit hava eina lítlasystir- ella beiggja? Gongur stóribeiggin við tonkum um, hvussu hann varð til? Tað er ikki altíð so lætt at forklára. Familjur koma í øllum støddum og skapum, og tað er ikki altíð ein dansur á rósum, tá pláss skal gerast fyri nýggjum familjulimum – hvørki teimum, sum koma úr búkinum á mammuni ella teimum, sum fylgja við nýggja sjeikinum hjá mammu. Vit hava funnið 5 fittar, vakrar og stuttligar bøkur um at gerast systkin.


Soleiðis varð eg til

Hvat hendir inni í búkinum á einari mammu í níggju langar, heilar mánaðir? Hvat er tað, sum ger, um tað verður ein drongur ella ein genta? Og hvussu vita vit, at tíðin er komin, at barnið skal koma út? Um hvussu børn verða til og um allar teir spurningar, børn hava, tá ið tey skulu hava systkin. Um at ættleiða, um royndarglasgitnað og um at hava eykamammur og -pápar. Ein sera væl egnað bók til foreldur, sum vilja greiða børnum sínum frá um, hvussu vit øll vórðu til.


Eg elski teg longu í morgin

Einki er sum fyrr, tá lítlibeiggi kemur. Mamma fær ikki sitið undir Magnusi longur. Og lítlibeiggi dugir so illa at spæla. Magnus leingist til Fyrr. Tað vísir seg, at tað eru tað fleiri, sum gera. Ein omma til dømis. Saman fara tey á ævintýrferð. Eg elski teg longu í morgin eftir Moni Nilsson og Katarina Strömgård er ein søga um systkinakærleika, sum sleppur at vaksa í síni egnu ferð.


Les eisini: 5 tjúkkar bøkur við nógvum søgum


Ein beiggi ov nógv

Sára orkar ikki at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi og forkelaður. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Sára orkar hetta ikki. Familjan kann ikki hava tað soleiðis. Tað er tá, at hon fær eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt.


Tsatsiki og kærleikin

Tsatsiki skal byrja í fjórða flokki eftir summarfrítíðina, men fyrst skal hann vitja pápa Høgguslokkafiskara í Grikkalandi. Tá ið Dimitrisabbi doyr, er tað gott, at systkinabarnið Elena er har, tí hon finnur upp á nakað, so Tsatsiki næstan gloymir at vera keddur. Tá ið Tsatsiki kemur heim aftur, gerast hann og Per Hammar blóðbrøður, og Tsatsiki dugir betur og betur at standa á rullifjøl.


Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú


Eg bestemmi

Ingrid Olsson lýsir í Eg bestemmi! akkurát, hvussu tað er, tá mann sum barn verður noydd at spæla við onnur børn. Til dømis børnini hjá nýggja sjeikinum hjá mammu. Tá er ikki lætt at finna seg til rættis saman við øllum hinum. Men tíbetur kunnu óvæntað vinaløg spyrjast burturúr. Eg bestemmi! er ein fjálg og stuttlig gerandissøga við myndum eftir myndprýðaran Anete Melece.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page