top of page

Manglar tær ein lesibólk?

05.09.22

Heystið er komið og harvið árstíðin, tá vit so smátt leita okkum inn aftur í okkara hugnaligu holur. Hetta er eisini árstíðin, sum við sínum mongu myrku tímum egnar seg væl til allar tær góðu bøkurnar. Og um tú ert ein av teimum, ið kundi hugsað sær at havt onkran at tosað við um allar tær góðu, løgnu ella syrgiligu bøkurnar, eru 6 góð ráð at finna her.


1. Finn ein lesibólk

Okkara bestu ráð til at fáa sum mest burturúr eini bók er at gerast partur av einum lesibólki. Tá ein lesibólkur eydnast væl, er lesibólkurin eitt opið rúm fyri kjak um bókmentir. Kjak og samrøður um bókmentir eru við til at víðka okkara fatan av eini bók ella einum evni, har hvør lesari kemur við sínum íkasti til evnið. 


2. Ein lesibólkur kann vera so mangt

Tað eru fleiri møguleikar, tá tað kemur til lesibólkar. Tú kanst t.d. stovna tín egna. Hygg rundan um teg og spyr í vinarskarðanum, um onkur hevur hug at vera við - kanska tey kenna onkran, sum eisini leitar eftir einum lesibólki? 


Les eisini: Tí skalt tú lesa hvønn dag


3. Fleiri merkir ikki betri

Fleiri limir, fleiri sjónarmið, og ymiskleikin millum limirnar kann vera ein avbjóðing fyri summi. Kanska kundi tú í veruleikanum hugsað tær ein lesibólk við inniligum samrøðum og í kendum umhvørvi? Kanska er tað nóg mikið, um tað bert eru tú og mostir tín í lesibólkinum, sum vita júst, hvat tykkum dámar at lesa? Hugsa teg um og royn og finn fram til, hvat slag av lesibólki hevði hóskað til tín og tann ella tey, tú ímyndar tær kundu verið við einum lesibólki. 


4. Kanna møguleikarnar á bókasavninum 

Ofta hava bókasøvninini skipaðar lesibólkar, har bólkarnir velja at lesa onkra serstaka sjangru. Dømi eru um lesibólkar, sum byrjaðu á einum bókasavni og sum síðani eru hildnir fram í tí privata. Á Bókasavninum við Løkin er til dømis ein lesibólkur fyri fólk, ið dáma Manga-teknirøðirnar. Kunna teg nærri her.


5. Lesibólk í matarsteðginum?

Kanska onkur av starvsfeløgunum kundi hugsað sær at gjørt ein lesibólk? Og kanska ein matarstegður ella ein løta aftaná arbeiðstíð eina ferð um mánaðin kundi verið perfekti lesibólkurin fyri tykkum? Kanska tit gera eitt sindur eyka burturúr at hava afturvið góða prátinum? Skal lesibólkafundurin vera í matarsteðginum, er tað kanska eitt hugskot at arbeiða við einari framhaldssøgu, har tit tosa um ein kapittul í senn?


Les eisini: Fótbóltskjakið skift um við kjak um bøkur


6. Talgildi lesibólkurin

Fleiri lesibólkar noyddust við koronu at flyta sínar fundir yvir á talgildar pallar. Og fyri summi er talgildi lesibólkurin júst tað rætta. Tað er lætt og ómaksleyst at gera ein talgildan lesibólk. Stovna ein bólk á t.d. Facebook ella Messenger, og her eru eingi mørk fyri, hvat tit kunnu gera við at deila yndissitat- ella brot úr bókini. Eru lesararnir ídnir at lesa og vilja hittast ofta, ber til at ringja ella skriva saman eftir hvønn kapittul heldur enn at hittast fyri at tosa um alla bókina.




Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page