top of page

Tjúkkar bøkur við nógvum søgum

14.07.23

Søgusøvn! Við 5, 10, 15 søgum ella fleiri savnað í eini bók spara tey tær bæði pengar og pláss á bókahillini. Og so innihalda tey ofta bert tær allarbestu, klassisku søgurnar, sum fleiri ættarlið hava lisið, hoyrt og elskað. Søgusøvn teljast millum bestu gávurnar, tú kanst geva tær og øðrum.

Niðanfyri finnur tú fimm ymisk søgu- og ævintýrasøvn til børn - og sjálvandi eisini vaksin.



Søgusavnið

Tólv myndabókaklassikarar eftir Jan Lööf frá 1966 til 2008 eru savnaðir í hesum stórfingna søgusavni. Millum annað Søgan um blóðreyða súreplið, Ketturnar hjá Matildu og Abbi er sjórænari. Ritverkið hjá Jan Lööf er í einum klassa fyri seg. Í meira enn 50 ár hevur eydnast honum at finna fram til tað heilt serliga í myndum og frásøgutóna, sum fangar lesaran.


Ævintýrabókin hjá Peter Madsen

Í Ævintýrabókini eru 25 av teimum allarbestu, klassisku ævintýrunum. Her eru bæði tey meira kendu, so sum Snjóhvíta, Hans og Greta og Teir tríggir Bukkarnir Brúsi saman við teimum minni kendu, so sum Prinsessan á glasfjallinum og Drongurin, sum vildi læra ræðsluna at kenna. Øll ævintýrini hevur Peter Madsen endursagt í síni fullu longd og lætthent latið í ein nýggjan máltóna. Bókin er so dyggiliga myndprýdd við ikki færri enn 175 tekningum, sum rithøvundurin hevur teknað.


Les eisini: Hvat nú um eg fann eina beinagrind?


Bestu ævintýrini hjá H. C. Andersen

Her er eitt savn við kendastu og best dámdu ævintýrunum hjá H. C. Andersen. Prinsessan á ertrini, Pinkulisa, Hin áhaldnin tinsoldáturin, Mishátti dunnuungin, Svínadrongurin, Smágentan við svávulpinnunum, Nýggju klæðir keisarans, Eldførið, Kavamaðurin, Granntræið, Dólghanus og Villu svanirnir. Svend Otto S. hevur myndprýtt øll ævintýrini við vøkrum tekningum.


Pettson og Findus á ævintýraferð

Í hesari savnsútgávuni eru fimm væl umtóktar søgur. Harafturat fert tú at læra meira um, hvørjir Pettson og Findus í veruleikanum eru, og so eru stuttlig ítriv. Eisini eru skitsur av tekningunum í bókini, so tú sært, hvussu myndirnar taka skap. Akkurát tað rætta til tey, ið eru forvitin at vita meira um heimin hjá Pettsoni og Findusi – og framúr gáva til allar Pettsonfjepparar, ið aldrin fáa nóg mikið av sniflum og Findusi og øðrum stuttligum verum.


Les eisini: Granntræið - eitt serligt jólaminni


Grimm - grumm ævintýr søgd umaftur fyri gomlum og ungum

Nakrar søgur eru so ræðuligar, at tær eiga næstan ikki at verða fortaldar. Rithøvundarnir Kenneth Bøgh Andersen og Benni Bødker hava umskrivað tíggju tær bestu og ræðuligastu søgurnar hjá Grimm brøðrunum, so vit sleppa heilt inn í frásagnirnar og langt inn í tann vandamikla heimin, sum einaferð var til. Gleð teg til eitt savn av góðum søgum, sum um somu tíð eru bæði gamlar og nýggjar. Millum annað Hans og Greta, Rapunsel, Gentan við ongum hondum og Lítla Reyðhetta.


5 minuttir long ævintýr

"Einaferð var tað …". Soleiðis byrja mong av teimum ótrúligu ævintýrunum, sum vit øll kenna og dáma. Í hesi bókini hava finnur tú 32 av teimum allarbestu – og tey eru endursøgd soleiðis, at tey taka 5 minuttir at lesa fyri teimum smáu. Tey rigga væl sum songarlesnaður ella til eina stutta hugnaløtu nær sum helst á degnum.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page