Bøkur, sum vekja undran
06.07.23
„Eg fái ikki lært nakran nakað. Men eg kann fáa teg at hugsa.” Við hesum orðum minnir Sokrates okkum á týdningin av at undrast og vera forvitin um lívið og deyðan og alt, sum er ímillum. Niðanfyri finnur tú fimm bøkur og tekstir til børn og ung, sum fáa teg at hugsa – og hjálpa tær at tosa við tíni børn – um lívsins størstu spurningar.
Heimurin hjá Suffíu
Hvør ert tú? Hvaðani kemur heimurin? Ein dagin fær Suffía eitt bræv við hesum løgnu spurningunum. Tá byrjar eitt sjáldsamt samband ímillum okkara ungu, forvitnu hetju og tann loyndarfulla heimspekingin. Spurningarnir hópa seg upp, og Suffía verður blakað út í eitt ævintýr, har hon ferðast ígjøgnum heimspekiligu søguna hjá vesturheiminum. Hon lærir eina rúgvu um teir størstu heimspekingarnar, men mest av øllum lærir hon um seg sjálva. Høvundarnir, Zabus og Nicoby, hava skapt eina undirhaldandi grafiska skaldsøgu, sum er grundað á heimspekiligu metsølubókina eftir Jostein Gaarder.
Georg er horvin
Georg er kettan hjá smádreinginum í bókini. Men nú er Georg horvin. Hví kemur hann ikki heim? Hendan vakra myndabókin egnar seg væl til eitt prát við børn um deyðan. Til børn, sum eru umleið 3-6 ár.
Les eisini: 5 framúr bøkur um fantastisk djór
Træið
Søgurnar hjá Bárði Oskarsson vekja altíð undran, og søgan um Bob, Hilbert og eitt træ er einki undantak. Hilbert og Bob eru vinir. Men Hilbert er ein snedigur snigil, og Bob veit ikki ordiliga, um hann skal trúgva øllum, sum Hilbert sigur. Til dømis, tá ið Hilbert sigur, at hann hevur verið hinumegin træið. Og als ikki, tá ið hann sigur, at hann dugir at flúgva og hevur ferðast um alla verðina, tí Hilbert hevur ongantíð verið burtur leingi …
Heimspekitáttur í STROK
Bergtóra Patursson skrivar ein fastan tátt um heimspeki í barnablaðnum STROK. Í tí sonevnda heimspekiliga horninum viðger hon í hvørjum blaði heimspekina hjá Sokrates, Platon, Aristoteles og øðrum hemspekingum. Um Sartre skrivar hon: „Vit skulu ikki liva eins og øll hini gera og vænta av okkum. Vit skulu taka okkara egnu avgerðir, helt Sartre.” Bergtóra ger á henda hátt heimspekina lættari at skilja hjá bæði børnum og vaksnum.
STROK fer ókeypis til øll skúlabørn úr 4. til 7. flokki. Børn í 8. og 9. flokki hava eisini møguleika at keypa árshald, og bløðini liggja tøk á bókasøvnum kring landið. Heimspekiligi tátturin kann lesast á heimasíðuni hjá STROK.
Reiggjan
Tvíburarnir ynskja sær eina reiggju, men mamman og pápin siga kortanei. Men hví sleppa tey ikki at fáa reiggju? Rakel Helmsdal hevur skrivað og myndprýtt hesa øðrvísi og filosofisku bók til børn, sum eru umleið 3-6 ár.
Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú