5 framúr bøkur um fantastisk djór
30.06.23
Tey siga tað í bókahandlum, bókasøvnum, skúlanum og við hús: Børn elska vakrar, stuttligar og serstakar faktabøkur um djór!
Og tá ið vit vaksnu seta okkum við børnunum at lesa um alt tað ótrúliga, stuttliga og løgna, sum fer fram í dýraheiminum, skilja vit tey væl. Niðanfyri eru fimm bøkur um djór, sum tú og børnini saman kunnu lesa og undrast um.
Djórametbókin
Hvussu høgt ber tað til at leypa? Hvør slanga hevur sterkasta eitur? Hvør hevur heimsmet at pissa?
Náttúran er full av fantastiskum djórum, sum eru serfrøðingar í teimum løgnastu tingunum. Í bókini kanst tú lesa um fiskin, sum dugir at spáa um veðrið, froskin, sum luktar jarðnøtasmør, og ormin, sum er longri enn ein bláhvalur! Hetta er bókin til tín, sum vilt vita alt um tey ótrúligastu djórini á jørðini.
Klukkusavnarahandbókin
Ein øðrvísi handbók um tær sjáldsomu klukkurnar, sum vit hitta í bókunum Klukkudrongurin, Klukkudrotningin og Klukkustríðið. Ein klukkulig vegleiðing, ið vekir áhugan hjá spírandi náttúrufrøðingum. Fyri at gerast klukkufrøðingur (ein, sum kannar klukku) krevst unglyndi, forvitni og dirvi - og at tú klárar luktin av djóralorti, tí fyri nógvar klukkur er lítið her í verðini betri døgurðamatur enn ein fesk tøðrúgva.
Les eisini: -Søguløtan gevur eina sjáldsama ró
Hvat veitst tú um dýr?
Hvat veitst tú um dýr? Veitst tú til dømis, hví tikarin hevur strípur? Ella hvørjum fugli mest er til av í Føroyum? Ella hví grísum dámar at rulla seg í runu? Ella hvat ígulfiskur ger, tá ið hann verður bangin? Í hesi bókini kanst tú stuttleika tær saman við familjuni við at seta spurningar og fáa svar um alskyns dýr. Tit kunnu finna út av, hvussu nógv tit vita, tit kunnu kappast ímóti hvørjum øðrum.
Bókin er ein lilla krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.
Føroyska rossið
Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum? At føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum, sum eru eftir í heiminum? Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið finst bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út. Beinta Johannessen hevur skrivað vøkru bókina um føroyska rossið. Bókin er krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.
Les eisini: 5 spennandi bøkur um djarvar gentur
Undursom djór og har tey eru
Ein heldur øðrvísi djórabók. Gandadjórafrøðingurin Newt Scamander hevur ferðast runt allan heim og funnið fram til hesi serligu djórini í bókini Undursom djór og har tey eru. Sjálvandi eru øll djórini flokkað hjá Gandamálaráðnum. Bókin er ein av teimum, sum vit hoyra um í Harry Potter-bókunum og sum Harry, Ron og Hermione brúka, tá ið tey rannsaka og loysa gandagátur! So um tú ongantíð hevur hoyrt um glumbublu ella imp ella nundu ella sniggu ELLA ert forvitin eftir at lesa eina bók, sum tey brúka í Hogwarts, so er at fara og kunna seg í hesari vøkru bókini.