top of page

6 góðar orsøkir til at lesa fyri børnunum

23.03.26

Listin við fyrimunum við at lesa er langur. Søgur gera okkum ríkari, glaðari, klókari, so hví ikki byrja so tíðliga sum gjørligt? Her fært tú seks góðar orsøkir til at lesa við børnunum.


1. Tað mest umráðandi við at leggja góðar lesivanar í børnini er at læra børnini at elska søgur. Fáið tykkum tí góðar vanar við at lesa saman eitt ávíst tíðspunkt á degnum. Hevur tú tað torført við at lesa hart, eru ljóðbøkur hentar at nýta sum hjálp.


2. Tá tú lesur hart fyri børnunum, lærir tú barnið, hvussu málið verður lisið. Tey læra, at vit steðga á við komma og punktum, og hvussu vit broyta røddina, tá vit lesa spurningar. Tú kanst eisini vísa barninum, hvussu tú gert, tá tú skalt lesa orð, tú ikki kennir.


Les eisini: Kom við í Lesifest


3. Børn hava lætt við at læra við oyrunum. Er bókin ov avbjóðandi, skal barnið læra seg eina rúgvu av nýggjum orðum, sum kann taka hugin frá barninum. Steðga á við tey truplu orðini og tosið saman um tey.


4. At lesa fyri børnunum kann skapa áhuga fyri einum rithøvundi ella onkrari bókarøð. Tá tey hava fingið fatur á søguni, hava tey lættari við at halda fram við at lesa sjálvi. Les t.d. tveir teir fyrstu partarnar fyri barninum, so kann tað vera, at barnið sjálvt heldur fram við at lesa bókina ella røðina.


Les eisini: Lesibólkur fyri tvey ættarlið


5. Bókin er tann besta hjálpin hjá børnum at skilja ymiskt, tey ikki kenna til ella ikki hava upplivað. Tað kann vera alt frá persónar, livihættir, heimar og alheimar – alt hetta er við til at víðka teirra sjónarring og hjálpir teimum at skilja onnur menniskju og heimin rundanum seg.


6. Tað er staðfest, at tað at hoyra søgur sum barn, spælir ein týðandi leiklut fyri lesigleðina hjá børnunum í framtíðini. Børn, ið fáa nógvar søgur, hava eitt størri orðfeingi, tey duga betri at skriva og klára seg betri í skúlanum. Tað er somuleiðis størri sannlíkindi fyri, at tey fara at lesa meira sjálvi.

(kelda: Slagelse biblioteker)

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page