
3 ljóðbøkur til summarferiuna
21.07.25
Skalt tú út at ferðast í summar? Ja, so er ikki neyðugt at pakka feriubøkurnar í kuffertið. Í staðin ritar tú inn á eReolen á telefonini, og tú hevur tú eitt heilt bókasavn beint við hondina. Vígdis Bjarnadóttir, bókavørður á Býarbókasavninum, viðmælir hervið tríggjar ljóðbøkur til summarferiuna.
- Í fjør var eitt úrval av føroyskum bókum lagt út á eReolen, sum hevur havt við sær, at tær føroysku ljóðbøkurnar í ár eru tær mest lisnu bøkurnar millum lánararnar hjá Býarbókasavninum. Eisini børnini kunnu nú lurta eftir føroyskum barnabókum, sum liggja á eReolenGo.
Tann mest útlænta ljóðbókin er trýverkið Nornan spinnur eftir Sólrúna Michelsen.
- Nornan spinnur snýr seg um eina familju í Suðuroy seinast í 19. øld. Ein mamma doyr frá 10 børnum, og vit fylgja Helenu og systkjum hennara. Lagnan lagar seg ymiskt hjá teimum, og ikki alt gongur líka væl. Í triðju bókini koma vit upp í 1920 og 1930 árini, og søgan gongur fyri seg bæði í Føroyum, her vit fylgja Helenu og familju hennara, og í Danmark, har systrar Helenu búgva. Ein góð og hugtakandi søga, og hevur tú ikki lisið tær enn, so er møguleiki fyri at lurta eftir teimum á eReolen.
Les eisini: Hobbin fær tíðina at flúgva avstað
Vakrar søgur um trupla uppvøksturin
- Tær fimm skaldsøgurnar eftir svenska rithøvundin, Alex Schulman, liggja allar á eReolen, og tær eru væl umtóktar og kunnu allar viðmælast. Hann skrivar um truplan uppvøkstur og foreldur, sum svíkja, men hann dugir eisini so sera væl at lýsa allar persónar fjøltáttað og kærleiksfult, og tað ger søgurnar vakrar, realistiskar og nuanseraðar. Flestu bøkur hansara eru sjálvævisøguligar.
Skynd dig at elske er fyrsta bókin eftir Alex Schulman, og hon snýr seg um Alex, sum vitjar familjusummarhúsið fimm ár eftir, at pápi hansara er deyður. Túrurin vekir minni frá barnaárunum, um myrku síður pápans við vreiði, illsinnisherðindum og rúsdrekkamisnýtslu.
- Alex Schulman skrivar sorgblítt og sansaligt um sorgina yvir at missa pápan, sum hann elskaði hóast allar trupulleikarnar.
Sprotin hevur givið tvær av bókunum út á føroyskum, Skunda tær at elska og Brenn øll míni brøv, sum tíverri ikki liggja á eReolen, men tær kunnu lænast á bókasavninum.
Les eisini: 6 tjúkkar bøkur við nógvum søgum
Okkurt lætt, stuttligt og romantiskt
- Vilt tú hava okkurt lætt, stuttligt og romantiskt at lurta eftir í summar, so er bretski rithøvundurin Jill Mansell eitt gott boð. Í bókini Alt kan nå at ændre sig sendir Essie ein skemtiligan teldupost til eina vinkonu, har hon greiðir frá, hvussu nógv hon hatar vermammu sína. Tað óhepna er, at telduposturin fer út til øll, og avleiðingarnar eru stórar. Knappliga er Essie ikki bara støk, men eisini arbeiðsleys og heimleys. Til alla lukku hittir hon Zilluh, sum er gomul, rík og sera egin, og Zillah hevur eina lítla íbúð, sum Essie kann leiga. Tilvildin hevur í heila tikið stóran týdning fyri, hvussu lívið lagar seg hjá persónunum í bókini.
Innritan á eReolen
Tú kanst rita teg inn á eReolen og inn á eReolenGo við einum lánarakortið og einum loynitalið frá einum av føroysku bókasøvnunum.
Gott summar. Og góðan lesi- ella lurtihug.

