top of page

Summarbókin: - Eg fari at lesa 1984 saman við vinmonnunum

22.07.25

Beinir Troest, feskasta poppnavnið á føroyska tónleikapallinum í løtuni, er heima í Føroyum og heldur summarfrí - og sjálvandi hevur eina bók við. Les her um hansara lesivanar og sterkasta lesiminni frá einum túri til Nashville.


Hvat fert tú at lesa í summar?

Vinmenninir og eg hava ein bókaklubba, so eg fari at lesa 1984 eftir George Orwell, sum er á skránni í bókaklubbanum. Tað er ein av hinum, sum hevur avgjørt, at vit skulu lesa bókina. Í fjør lósu vit Animal Farm, og hana dámdi mær væl – hon var áhugaverd, stuttlig og syrgilig at lesa. Hon snúði seg um djór á einum bóndagarði, sum gera uppreistur móti menniskjum, men enda við at líkjast teimum til síðst. Vónandi fer mær at dáma 1984 líka væl – hon sigst at minna eitt sindur um hina.


Hvat dámar tær at lesa?

Mær dámar allarbest at lesa bøkur, sum snúgva seg um menniskju og sálarfrøði, hvussu menniskju bera seg at undir ymsu umstøðunum, tey verða sett í.


Les eisini: Fjølbroytti lesistakkurin hjá Daniu O. Tausen


Hvussu eru tínir lesivanar?

Eg havi altíð lættari við at lesa gerandisdagar, tá eg eri í einari rutinu. Tað er verri, tá eg eri heima í Føroyum, sum eg eri nú, so kanska eitt sindur ironiskt at tosa um summar og lesing hjá mær, haha. Men tá eg lesi, plagi eg at lesa um morgunin – ofta áðrenn eg fari í holt við alt møguligt annað.


Hvar lesur tú?

Eg lesi fyri tað mesta í sofuni.


Hvussu heldur tú summarfrí í ár?

Eg haldi summarfrí í bitum. Fyrst í juli fór eg ein túr í summarhús við damuni og hundinum at slappa av. Í síðstu viku fleyg eg heim til Føroyar. Her fari eg at arbeiða eitt sindur og halda frí eitt sindur – soleiðis, sum tað passar. Ofta er tað nokkso ringt at halda fullkomiliga frí, tá ið arbeiði eisini er títt frítíðarítriv og nakað, sum tú elskar.


Les eisini: Manglar tær ein lesibólk?


Hevur tú nakað serligt feriuminni, sum tú setur í samband við onkra bók?

Eg veit ikki, um eg kann kalla tað feriu, men eg fór til New York og Nashville at skriva tónleik fyri tveimum árum síðani. Tá las eg Edge of Eternity eftir Ken Follett. Bókin er yvir 1.000 síður, og tað var babba, sum hevði viðmælt mær at lesa hana. Eg hugsaði: ”Hetta komi eg ONGANTÍÐ ígjøgnum”, tí so rutineraður eri eg ikki. Men hon var akkurát sum ein filmur. Mær dámdi hana sera væl. Eg var serliga hugtikin av, hvussu mann kemur inn undir húðina á høvuðspersónunum og systkjunum, Rebeccu og Walli, sum búgva hvør sínumegin Berlinmúrin undir Kalda Krígnum. Tey koma úr sama stað, men liva undir sera ymiskum korum í Vestur- og Eysturberlin.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page