top of page

Mumbo Jumbo takkar fyri seg

17.11.23

Søguløturnar við Mumbo Jumbo eru av á hesum sinni. Vit hava havt vitjan av út við 150 børnum, sum so hugagóð hava lurtað, prátað og teknað Dalinum Lítla.


Bókadagar eru nú av, og aftur í ár hava vit havt vitjan av skúlaflokkum og dagstovnum í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Norðurstova hevur hesar dagarnar verið karmur um Dalin Lítla, har Mumbo Jumbo og vinirnir búgva. Mumbo Jumbo og vinirnir skulu halda eina veitslu, men tá Mumbo Jumbo fer í skógin at leita eftir kantarellum til sósina, tekur hann feil og bítur í ein sopp í staðin. Soppurin ger hann risastóran, og saman við vinunum fer hann á eina langa ferð við eini luftballón fyri at gerast lítil aftur. Mumbo Jumbo endar heilt í Sibiria, hjá heksini Baba Jaga, sum dugir bæði eitt og annað við gandi og atommegi.


Les eisini: Soleiðis kunnu vit eisini tosa um myndabøkur


Í sambandi við søguløturnar hava Føroyar lesa samstarvað við ráðgevan í handaverk og list, Henny Dánialsdóttir, og listabreytina á Nám X. Seinastu vikurnar hava næmingarnir á Listabreytini klipt, klistrað, teknað og málað ymiskt úr bókini. Serliga hava tey arbeitt við støddarmuni, sum er berandi evnið í bókini. Eitt nú hava tey gjørt sopparnar úr klistribandi bæði í mans- og pinkulingastødd, baðikarið hjá Dilluni, rúmdarrakettina og húsini hjá Mumbomammuni og Baba Jaga.


Endamálið við at endurskapa ymiskt úr bókini, er at gera søguna meira veruliga fyri børnini, umframt at sameina fleiri lærugreinir í søguløtuna. Á heimskortinum á vegginum kundu næmingarnir leita eftir Sibiria og kanna eftir, hvussu langt er úr Føroyum til Sibiria, og vit hava tosað nógv um, hvørji djórasløg búgva í Sibiria, og hvussu ein kemur hartil.


Les eisini: Vilja tit vinna 5.000 kr.?


Tá søgan varð lisin, sluppu børnini at sniðgeva og tekna sína egnu luftballón, at velja sær ferðamál og onkran vin ella lut at taka við sær. Ballónframleiðslan hevur úrslitað í eini stórari listaframsýning, sum kann síggjast í Norðurstovu restina av vikuskiftinum, meðan Bókadagar eru.


Arbeiðstilgongdirnar hava tikið støði í Bókaslúkinum, sum hevur til endamáls at gera arbeiðstilfar til myndabøkur. Alt tilfarið er egnað til skúlabrúks og er ókeypis at taka niður á bokslukaren.org.

Føroyar lesa og Nám takka hjartaliga øllum, sum hava verið framvið fyri góð prát og vakrar tekningar. Vit síggjast aftur næsta ár.


Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page