top of page

Ársins lesiátak skúlaárið 2024/2025

12.12.24

Nú árið er farið at halla, hava Føroyar lesa gjørt av at skriva út nýggja kapping um ársins lesiátak. Kappingin varð skipað á fyrsta sinni seinasta skúlaár, og vit vóru bilsin yvir at síggja tað stóra áræði runt um í landinum. 


Vinnararnir av Ársins lesiátaki 2023/2024 gjørdust Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík, Skúlin við Streymin og Miðnám á Kambsdali. Hvør í sínum lagi høvdu hesi trý arbeitt við miðvísari lesing, har tey á kreativan hátt høvdu sameint lesing við sítt dagliga arbeiði. 


Les eisini: Alt um Ársins lesiátak 2024/2025


At fáa innlit í ymsu lesiátøkini styrkir okkum í, at kappingin motiverar næmingar, lærarar og námsfrøðingar, og at síðuvinningarnir kunnu hava alstóran týdning fyri at styrkja um lesingina í gerandisdegnum. Eitt nú høvdu næmingar í eini miðdeild av sínum eintingum stovnað ein lesibólk, har næmingarnir hittast uttan fyri skúlan at tosa um bøkur. 


Aftur í ár skipa vit kappingina fyri tríggjar bólkar: dagstovnar, skúlar og miðnám, og vit vóna at síggja nógv kreativ lesiátøk. Eitt lesiátak kann vera so mangt: lesiringar, at gera leik við íblástri úr bók, eitt poddvarp um bøkur - tað er bert hugflogið, ið setur mørkini. 


Les eisini: Skúlin við Streymin vann Ársins lesiátak 2023/2024


Freistin at lata inn hugskot er 1. apríl 2025, og vit kjósa vinnararnar 1. mai 2025. 



Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page