top of page

Ársins lesiátak: Ein bókaormur við 1.000 bókum

21.02.24

Kring landið sita nógvir hugagóðir næmingar og kýta seg í hesum døgum. Í sambandi við lesiátakið hjá Føroyar lesa hava lærarar og næmingar sett sær fyri at seta lesing á breddan hetta skúlaárið. 


Føroyar lesa sjósettu í heyst eitt lesiátak fyri dagstovnar, fólkaskúlan og miðnám um at finna uppá ársins lesiátak. Endamálið við átakinum er at eggja næmingum til at lesa meira og vónandi at gera lesingina til ein natúrligan part av undirvísingini.


Síðani hava vit frætt frá lærarum og næmingum, sum arbeiða við ymiskum lesiátøkum. Ein av skúlunum, ið hevur gongd í fleiri lesiátøkum, er Tvøroyrar skúli. 6. flokkur hevur nevniliga sett sær fyri at  lesa 1.000 bøkur áðrenn summarfrítíðina. 


- Lisið verður bæði heima og í skúlanum. Inn í millum verður strammað upp uppá frílesingina, og tá stendur 20 min. frílesing á vikuætlanini í nakrar vikur. Tó eru flestu næmingarnir sera raskir at lesa uttan at vera bidnir um tað, greiðir Winnie Simonsen, lærari, frá.


Tá ið ein næmingur hevur lisið eina bók, fer hann til flokslæraran við henni. Síðani fær hann eitt runt kartong, har tað stendur navn á næminginum, heitið á bókini og hvussu nógvar stjørnur, bókin skal hava.


Lesiták: Vil tín flokkur vinna 5.000 kr.?


Men tað er ikki einasta lesiátakið hjá 6. flokki á Tvøroyrar skúla. Í heyst arbeiddi flokkurin við einum leikriti til Fólk og dólgar í Kardamummubýi. Leikurin varð framførdur í Salt fyri 600 gestum.


- Hesa tíðina var arbeitt nógv við kropsrørslum og “at tosa við lívi í”. Næmingarnir gjørdu sítt allarbesta, teir lósu og lósu upp á leikin, til teir dugdu hann uttanat. Teir hjálptu hvørjum øðrum at minnast, høvdu viðmerkingar og broytingar til handritið. Eisini høvdu vit vitjan av okkara lesivegleiðara, sum legði lag á at fáa lív í tónalagið. Ein sera mennandi tíð, sum vit øll lærdu nógv av.


Føroyar lesa fegnast um uppfinnsemi og ágrýtni hjá næmingum og lærarum, og vit gleða okkum at síggja øll átøkini, tá freistin er úti. Eru tit ikki komin í gongd við lesiátakið, er ikki at stúra. Freistin at lata inn tilfar um lesiátak er 1. mai. 


Les eisini: Lesikvøld við soviposum og suppu




Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page