top of page

10 góðir lesivanar

04.01.23

Nú vit eru farin undir eitt nýtt ár, eru fleiri, ið hava sett sær nýggj mál fyri lesingina. Av tí sama fáa vit fyrispurningar frá fólki, har tey spyrja eftir góðum ráðum til at koma í gongd við at lesa og at halda fast í lesingini. Her fært tú 10 góð ráð til at koma í gongd við at lesa í gerandisdegnum.


1. Hav altíð eina bók hjá tær

Um tú hevur sett tær fyri at lesa meira, er tað eitt gott hugskot altíð at hava eina bók hjá tær. Fá tær til vana at hava bókina ella talgilda lesaran í taskuni. Les meðan tú hevur eina løtu, meðan tú bíðar eftir einum vini, í bíðirúminum hjá tannlæknanum ella í døgurðasteðginum.


2. Les talgilt

Hevur tú trupult við at broyta lesivanar og at skifta góðu, gomlu kensluna av pappírsbókini út við e- og ljóðbøkur, skuldi tú kanska umhugsað talgilda møguleikan eina ferð enn. At lurta ella lesa á talgildum lesarum kann geva tær kensluna av, at tað er so nógv lættari enn at sita við eini tungari og stívari bók. Við einum talgildum lesara, kanst tú lættliga hava bókina hjá tær allastaðni, umframt at tú kanst lurta, meðan tú gongur túr við hundinum, meðan tú bakar, lúkar í garðinum ella leggur klæðir saman.


Les eisini: Manglar tær ein lesibólk?


3. Les runt um í húsinum

Hav bøkur liggjandi í ymsu rúmunum í húsinum. Eina skaldsøgu á náttborðinum, eina ævisøgu á sofaborðinum, eitt yrkingasavninum á baðirúminum. Les nógv og ymiskt og tá tú hevur tíð.


4. Les dagliga

Fá tær til vana at lesa onkra løtu á degnum, sum passar tær væl. Nógvum dámar at lesa áðrenn songartíð, men tað kann eisini vera ein fyrimunur at byrja dagin við at lesa. At lesa 10 minuttir saman við dagsins fyrsta kaffimunni kann vera júst tann andaktin, sum tær tørvar fyri at fáa eina góða byrjan uppá dagin.


5. Gev bókini ein kjans

Gev ikki upp eftir 20 síður, men royn og hang í. Tað eru ikki allar bøkur, ið fanga lesaran frá fyrstu síðu. Ofta skulu vit í gjøgnum nógvar síður, áðrenn ferð kemur á søguna. Men tað er eisini av týdningi, at tú lesur javnan, og ikki letur ov langa tíð ganga í millum at tú lesur í bókini.


Les eisini: Tí skalt tú lesa hvønn dag


6. Vel røttu bøkurnar

Hugsa um, hvat tær dámar at lesa og legg minni í, hvat ein eigur at lesa. Tað er lítið vunnið, um tú stríðir teg í gjøgnum eina bók, sum ikki sigur tær nakað. Um tú ætlar tær undir at lesa, er tað eitt gott hugskot at byrja við onkrum løttum innan ta sjangruna, tær dámar, og síðani at arbeiða teg víðari til størri bøkur ella aðrar sjangrur.


7. Raðfest lesingina

Tá alt kemur til alt, snýr lesingin seg um raðfesting. Tú hevur kanska ikki so nógva tíð í millum arbeiði, at heinta børn, skúlating, húsligt arbeiði, ítrótt og annað, men um tú vilt lesa meira, má tíð setast av til tað. Kanska eitt sindur av tíðini, ið fer til eitt nú sjónvarpsrøðir, kundi verið skift út við lesing?


8. Legg telefonina burtur

Fá tær til vana at leggja telefonina burtur, tá tú ætlar tær at lesa. Telefonin fyllir nógv hjá okkum, og vit kenna øll til tað, at telefonin liggur og blinkar við nýggjum boðum, meðan vit eru í holt við eitthvørt. Vilt tú hava frið til at hugsavna teg um bókina, er tað eitt gott hugskot at leggja hana ljóðleysa í hin endan av rúminum, í eina skuffu ella kanska at sløkkja hana eina løtu.


Les eisini: Hvussu fáa vit ung at lesa meira?


9. Finn ein lesivin ella ein lesibólk

At lesa saman við øðrum er bara at viðmæla. Ein bók verður aloftast betri av at tosa við onnur um hana. At lesa er eitt einsligt ítriv, og tí kann tað hava fleiri fyrimunir at kunna tosa við onkran annan um alt tað, tú ivast í, undrast yvir ella sum tók teg av bóli í søguni. Tit nýtast ikki at vera ein heilur bólkur. Kanska tú hevur ein beiggja ella eitt systkinabarn, sum tú kanst lesa saman við? Møguleikarnir eru nógvir. Búgva tit ikki í sama landi, ber til at hittast talgilt yvir ein kaffimunn og tosa um bókina.

Lesibólkarnar hjá bókasøvnunum kring landið eru eisini at viðmæla. Tað er læruríkt at lesa saman við øðrum, sum hava aðrar lívsroyndir, og sum lesa tekstin við heilt øðrum brillum enn ein sjálv.


10. Fyrimunir við at lesa

At lesa er bert gott fyri sál og sinn. Tað bøtir um okkara lesiførleikar, vit kunnu læra at lesa skjótari, vit fáa høvi at hugsavna okkum í eini verð, sum flytir seg í fullari ferð. Vit læra empati av at lesa um onnur í øðrum støðum, vit víðka um okkara orðfeingi og okkara sjónarring. Og lesing smittar. At tú setur teg við einari bók, ger at onnur í húsinum eisini fáa hug til at seta seg við einari bók. At tú fortelur um eina góða bók, ger at onnur fáa áhuga í bókini.


So hvørjum bíðar tú eftir?


Keldur: Bogtanken.dk og apartmenttherapy.com.

Mynd: Unsplash

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page