top of page

Fokus á føroyskar bøkur í miðdeild

09.09.25

Í morgin setur Nám hol á nýtt lesiskeið fyri næmingar í miðdeild. Skeiðið byggir á bókina Kom og les raðið, og endamálið er at venja lesiferð og førleikar hjá næmingum við spennandi háttaløgum og hóskandi skaldsøgum til aldursbólkin.


Nám og Føroyar lesa hava seinastu árini arbeitt við at stimbra lesihugin og lesiførleikarnar hjá næmingum í miðdeild. Kanningar hava víst, at næmingar, sum annars eru hugagóðir lesarar í innskúlingini, renna seg í mótbrekku í miðdeild, sum setur kílar í lesimenningina. Hesum hava vit arbeitt við, eitt nú við at geva út bókina Kom og les raðið eftir Gertrud Brandt, sum lesivegleiðarin Pálin Olsen hevur týtt. 


- Vit eru sera fegin um tilfarið í Kom og les raðið, sum nú er komið á føroyskum. Kanningar í Danmark staðfesta, at miðvís lesing yvir tíð, gevur úrslit, og hetta fara vit nú at royna, sigur Emmy Joensen, námsfrøðiligur ráðgevi og skeiðshaldari.


Les eisini: Tak faldaran um 7 góðar lesivanar niður


Undir heitinum "Kom og les føroyskar bøkur" fáa næmingar og lærarar í miðdeild høvi at arbeiða miðvíst við lesingini, samstundis sum teir lesa skaldsøgur, ið hóska til málbólkin. Við einføldum háttaløgum úr Kom og les raðið, kann lærarin fylgja eini mannagongd, sum tilsamans fer at gera næmingarnar til stinnari lesarar.


- Vit hoyra so ofta, at lesistøðið hjá børnum er fallandi, og hetta vilja vit gera nakað við. Og vit gleðast um, at undirtøkan er so stór fyri skeiðnum. Tað vísir, at skúlar og skúlaleiðslur raðfesta lesingina, og tað fegnast vit um, sigur Emmy Joensen.


Les eisini: Hvussu fáa vit lesing inn á skúlarnar?


Seks skúlar úr øllum landinum hava meldað seg til, og tískil er miðdeildin væl umboðað á lesiskeiðnum.

Skeiðið byrjar í morgin og varar í fimm vikur. Hesar fimm vikurnar fara næmingarnir at lesa miðvíst sum part av undirvísingini. Ein skúlatími verður settur av til lesing hvønn dag allar fimm vikurnar, og harumframt skal næmingurin lesa 20 minuttir heima. Aftaná fimm vikur skulu næmingarnir helst gjørt stór framstig, sum lærarin kann eftirmeta.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page