top of page

9 spennandi prei frá Bókabrell

23.07.25

Bókabrell er poddvarpið hjá Bókasavninum við Løkin. Í nýggjasta partinum viðmæla bókavørðirnir níggju spennandi bøkur og filmar til summarferiuna. 


Summarið er í hæddini, og hóast ljósa árstíðin er uppløgd til at vera uttanfyri, eru vit fleiri, ið dáma at hava okkurt í oyrunum, meðan vit sláa gras ella at enda dagin á sofuni við einari góðari summarkrimirøð. Og tørvar tær íblástur, er bókasavnið eitt gott stað at leita sær. 


Les eisini: 3 ljóðbøkur til summarferiuna


Sum lánari á føroysku bókasøvnunum hevur tú umframt atgongd til bøkur á hillunum á bókasavninum, atgongd til e- og ljóðbøkur á eReolen og filmar á Filmstriben, har tú kanst stroyma filmar ókeypis. Líka sum við bókunum, finnur tú eitt stórt úrval av alskyns filmum, sum spælifilmar, stuttfilmar, dokumentarfilmar, barnafilmar, teknifilmar o.a. á Filmstriben. Tað einasta, tær tørvar, er ein brúkara á bókasavninum. 


Í Bókabrell, poddvarpinum hjá Bókasavninum við Løkin, viðmæla bókavørðirnir níggju ymiskar bøkur og filmar, sum tú kanst lána umvegis lánskipanirnar hjá bókasavninum, 


Lurta eftir Bókabrell her:  


Bøkurnar og filmarnir, ið bókavørðirnir viðmæla, er: 


Jeg kan huske / Joe Brainard

Landsbyens blod / Yan Lianke

Magnus Heinason / Páll Nolsøe

Paterson / Jim Jarmusch

Veggurin / Marlen Haushofer

Himlen over vildmarken / Kristin Hannah

Tú veitst ongantíð / Ron Padgett

Den sandhedssøgende kat / Katja Kettu

Spærret inde / Freida MacFadden



Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page