top of page

Ein klassikari: Søgan má jú røra onkran

07.07.23

Tá bókavørðurin á Námi á hvørjum ári ger upp, hvørjar bøkur verða læntar, er tað tann sama bókin, sum  leggur seg á fremsta plássið. Tað er bókin Summardáar eftir Heina Hestoy, sum í ár hevur 28 ár á baki. Vit hava spurt høvundin og ein lærara hvat tað er, sum ger Summardáar viðkomandi í dag.


Tann dagin, tá ið Jóannes fór úr níggjunda flokki, var mest sum rok heima hjá teimum.

Hann lat bumbuna bresta, meðan tey sótu við døgurðaborðið, og øll trý høvdu fingið sær.

Tey ótu kalvafisk tann dagin, tað mintist Jóannes mong ár seinni, kanska tí tað var eitt tað besta, ið pápin visti sær, og hansara dagur var spiltur.


Soleiðis byrjar ungdómsskaldsøgan Summardáar, ið snýr seg um Jóannes og Marjuna, sum gerast góð, stutt fyri at Jóannes fer til skips við línuskipi. Tá søgan byrjar, situr hann við døgurðaborðið heima í køkinum. Hann hevur savnað sær mót til at siga foreldrunum, at hann ikki fer at halda fram við skúlanum, men ætlar sær við línuskipi. Vinmaðurin, Rógvi, hevur longu tosað við skiparan og skaffað vinmonnunum kjans. 


Heine Hestoy skrivaði skaldsøguna í 1995, og hevur bókin sostatt 28 ár á baki í ár. Hóast tíðin og samfelagið er nógv broytt, hevur skaldsøgan verið mest lænta bók til til føroyskar fólkakúlaflokkar seinastu mongu árini. Høvundurin greiðir soleiðis frá uppskriftini uppá Summardáar:


- Søgan er merkt av tíðini, og hetta var fyrst í nítiárunum, tá eg sjálvur sigldi. Stutt frammanundan hevði eg skrivað ungdómsbókina Regin og Sára, sum varð væl móttikin, og fekk so hugskotið til Summardáar. Eg havi altíð verið áhugaður í línufiskiskapi, tí tað var so hart arbeiði, og eg vildi gera eina roynd at lýsa hesar týpurnar, sum blaðungir fóru við línuskipi. Tað var so lítið skrivað um føroyskar sjómenn og fiskimannin, og serliga línumaðurin var ein ókendur maður, sum í mannaeygum "gekk skít heima, til hann fór avstað aftur".


- Og tað vóru nógvir ungir dreingir, ið fóru við línubáti tá. Tað var ótrúligt, at 15-16 ára gamlir dreingir tímdu hatta lívið, tí tað var avgjørt ikki fyri øll. At arbeiða í 18 tímar um døgnið, at vera burturi í 5-6 mánaðir, at vera heima í nakrar fáar vikur og so avstað aftur. Tá teir so komu heim, keyptu teir sær bil, tí teir forvunnu nógvan pening, fingu konufólk og familju o.s.fr.


Hví heldur tú, at Summardáar er tann mest lænta skaldsøgan til ung nú nærum 30 ár seinni?


- Søgan má jú røra onkran. Samfelagið í bókini finst ikki longur, men kærleikssøgan rørir tey. Bókin viðgerð evni, sum allar tíðir eru viðkomandi fyri ung so sum ungdómslív, vinalag, uppreistur móti foreldrunum o.a. Ein bilvanlukka er eisini í søguni, sum vóru vanligari tá, enn tær eru í dag, og tað er jú ein skelkandi hending.


- Eitt sindur av humori skal til, annars verður tað ov keðiligt. Í Summardáar eru ein kokkur og ein grønlendingur umborð á skipinum, sum royna at halda hýrinum uppi og sum kanska gera bókina lættari.


Les eisini: 9 føroyskar skaldsøgur til summarfrítíðina


Søgan fangar dreingirnar

Ein lærari, sum er ein av teimum ídnastu lánarunum av Summardáar, er Rannvá Hansen, ið starvast sum lærari í Fuglafjarðar skúla. Hon plagar at lesa bókina saman við næmingum í 8. flokki.


- Fyrst og fremst er tað torført at finna bøkur, sum fanga dreingirnar, men hendan er eitt undantak, og hon fangar bæði kynini. Hon er gomul, og samfelagið er so nógv broytt, at tey mugu ímynda sær ein heilt annan veruleika fyri ung fólk. Til dømis at ringja við eini fastnettelefon, sum kanska hekk á vegginum í køkinum, og ein ikki fekk farið fyri seg sjálvan at tosa. Hvussu dýrt tað var at ringja, at senda brøv o.s.fr. Tað plagar at føra til góð prát um hetta við samskiftismøguleikum, sum eru so nógv øðrvísi í dag.


- Orsøkin til at bókin riggar, er at evnini eru ævigt galdandi: ungdómslív, at vera komin á eitt vegamót, vónir frá foreldrum, forelskilsi, rúsdrekka, rúsdrekkakoyring og so framvegis. Her er nógv í bókini, sum er áhugavert fyri ung í dag eisini. Tað er sjálvsagt ymist, hvat ung droyma um í útjaðaranum og í høvuðsstaðnum, men her hjá okkum hava vit hvønn árgang onkran, sum umhugsar at fara til skips.


Hvussu við gentunum? Hvat fangar genturnar við bókini?


- Tað er serliga hetta við at seta seg inn í støðuna hjá gentuni, sum er vorðin góð við ein, ið er farin avstað við skipi og ikki kemur aftur fyrr enn um langa tíð. Vinalag fyllir nógv og verður væl lýst, øvundsjúka og viðurskifti millum ung og vaksin. Í heila tikið eru Jóannes og Marjun løtt hjá ungum at identifisera seg við.


Les eisini: Hvat lesa børnini í summarfrítíðini?


Bókin er løtt at lesa, men hon er gomul, og tað er ymiskt, sum er torført hjá ungum í dag at skilja. Tí nyttar lítið at seta tey ungu at lesa alla bókina sjálvi, og tí plagar hon at lesa ein part upp fyri næmingunum.


- Og tað dámar teimum væl. Og tað merkist, at ein maður hevur skrivað bókina, serliga í lýsingunum av hvussu arbeiðið fer fram umborð. Tá vit hava lisið bókina, hava vit onkuntíð havt ein lærara ella onkran annan á vitjan, sum hevur verið við línubáti og kann greiða lívinum sum sjómaður. Tað plagar at rigga væl afturat søguni.


Rannvá Hansen hevur eisini gjørt arbeiðstilfar til Summardáar. 


Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Summardáar út í 1995. 


3 tær mest lántu skaldsøgurnar á bókasavninum í Námi

Summardáar

Sólgrátur

Sum rótskot

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page