
Lesibingo: 16 hugskot til góðar lesiløtur
14.07.25
Hevur tú sæð ársins lesibingo?
Tað er summar og háárstíð hjá nógvum lesarum. Vit vita, at flestu lesarar longu vita, hvat tey ætla sær at lesa í summar. Okkurt nýtt, okkurt, sum liggur á láni, ella kanska tú hevur ætlanir um at endurlesa tín yndisklassikara? Ella kanska ert tú ein av teimum lesarunum, sum ikki hevur funnið røttu bókina enn?
Les eisini: Summardáar fyllir 30 - og heldur enn
Óansæð hvørji lesimál, tú hevur fyri summarið, vilja vit vera við til at gera lesingina stuttliga. Vit vilja eisini fegin vita eitt sindur um lesivanarnar hjá føroyingum og hava tí gjørt eina lesibingoplátu, har øll kunnu luttaka.
Men einki bingo uttan vinningar. Vit vilja luta trý gávukort á 500 kr. til tríggjar ídnar lesarar frá teimum trimum bókahandlunum Bókabúðin í Runavík, Rit & Rák og Gamla bókahandli í Havn.
Les eisini: Summarbøkurnar hjá Sannu á Løgmansbø
Soleiðis spæla vit:
fylg hugskotunum á bingoplátuni
tak mynd, sum vísir, at tú lesur
deil myndina við #summarbókin
einki krav er til rað ella flutta plátu - tað einasta, sum telur, er lesingin.
Vit spæla fram til 10. august.
Góðan lesihug.
