
Lesigleði á Argjahamri
04.02.25
Føroyar lesa hava fingið eina heilsan frá Skúlanum á Argjahamri. Hetta skúlaárið hava lærarar og bókasavnið á skúlanum skipað fyri lesiklubba fyri næmingum í 4.-6. flokki. Tað serstaka við lesiklubbanum er, at lesiklubbin er fyri bæði næmingin og ein vaksnan í familjuni.
- Tað kann vera eitt foreldur, eitt eldri systkin, omma, abbi ella onkur annar í familjuni, sum hevur hug at lesa saman við næminginum, greiddi Guðrið Reinert frá, sum er tann eini av lærarunum, ið hevur tikið stig til bókaklubban, tá átakið fór av bakkastokki seinasta summar.
Les eisini: Bókaklubbi á Argjahamri
Lesiklubbin, sum hevur fingið heitið Lesigleði, hittist triðju hvørja viku, og í farnu viku hittust tey fyri at tosa um Eg sá ein eingil eftir Elina á Rógvi. Í sambandi við rithøvundavitjanina hevði skúlabókasavnið bókað rithøvundavitjan.
- Her var nógv at tosa um, kend støð, heimligt umhvørvi, og eingilin sum ein partur av tí vanliga gerandisdegnum. Vit fingu eitt gott prát um, hvør eingilin var, hvat hann umboðar o.s.fr.
Eitt sera hugnaligt kvøld. Vit endaðu við at seta hol á Fornt, sum vit lesa til næstu ferð, greiðir Elin Olsen frá, bókavørður á Argjahamri.
Les eisini: Hava tit eitt hugskot til Ársins lesiátak?
Høvundurin sjálv var eisini fegin um at vera boðin í lesibólk um Eg sá ein eingil.
- Eg havi ongantíð fyrr verið úti og tosað um Eg sá ein eingil, so tað var eisini ein serlig uppliving fyri meg so nógv ár aftaná, eg skrivaði hana.
Lesibólkurin endaði kvøldið við at sita saman og hugna sær við at klippa einglar og eta ymist hvítt, líka sum Eingila.
Myndir: Súsanna Holm








