
Lesing á móta: er lesikreppan av?
03.02.26
Bókin er aftur á móta. Kend deila myndir á sosialum miðlum av bókum, tey lesa, og tað smittar av á tey ungu, sum at síggja til hava fingið eyguni upp fyri lesingini – og pappírsbókini. Her hjá okkum eru tað serliga teknirøðir og grafisku skaldsøgurnar, ið fáa tey ungu á bókasavnið.
Í áravís hava vit hoyrt um lesikreppuna millum børn og ung. Hvørki vaksin ella ung tíma at taka eina bók í hondina, og sjálvur lesiførleikin er hóttur hjá børnum og ungum. Tað hevur verið torført hjá lærarum og foreldrum at fáa eyga á eina loysn fyri at venda gongdini, samstundis sum atgongdin til bøkur, sum eru tillagaðar ymsu lesistigini, ongantíð hevur verið lættari.
Les eisini: Lesikreppa, lesileti, lesihatur: Er tað veruliga so illa statt?
Men seinastu árini eru eygleiðarar farnir at leggja merki til eitt annað rák. Bókin er vorðin alsamt sjónligari á sosialu miðlunum, har tey ungu brúka ein stóran part av síni tíð. Eitt er, at bókin ofta verður avmyndað saman við kendum, sum sita og lesa í eini pappírsbók, og eitt annað er, at kend nøvn innan t.d. tónleik ella film viðmæla bøkur ella stovna lesibólkar á sínum plattformum. Ein teirra er kenda poppsangarinnan Dua Lipa.
Og hetta er farið at smitta. Sambært norska kringvarpinum, NRK, er ein ávís optimisma at hóma millum ung, sum fáa íblástur frá fyrimyndum á sosialu miðlunum, umframt millum ung, ið ynskja at brúka minni tíð á snildfonini - og kanska í staðin fordjúpa seg í eini bók? Sambært serfrøðingum í sosialum miðlum skal endurreisnin av pappírsbókini síggjast sum eitt mótrák móti tí nógvu tíðini, norðmenn siga seg brúka frammanfyri skíggjanum.
Les eisini: Lesigleðin á Argjahamri
Norsk tøl frá bókasøvnum og bókahandlum styðja uppundir hetta rákið og siga frá vaksandi tølum viðvíkjandi útláni og sølu av bókum. Hetta eru hagtøl, ið mangla hjá okkum, men hyggja vit eitt nú eftir uppskotinum hjá ungdómstinginum, sum var til arbeiðis í tinginum í vikuni, var eitt av uppskotunum at hækka aldursmarkið fyri snildfonir og sosialar miðlar.
Hóast hagtølini mangla í føroysku bókasavnsskipanunum, meta bókasøvnini seg síggja, at tað verða fleiri ungdómsbøkur útlæntar. Býarbókasavnið, sum hevur eitt serligt savn til ung, merkir eitt vaksandi tal av útláni millum ung, og tað sama siga bókasøvnini úti um landið.
- Serliga eru tað teknirøðir og tær sonevndu graphic novels, sum eru eftirspurdar her hjá okkum, sigur Oyvør Jacobsen, bókavørður við Løkin.
Hetta rákið merkja tey eisini á bókasavninum í Klaksvík.
- Tey ungu vita, hvat tey vilja hava. Er tað onkur røð ella okkurt áhugavert, tey hava sæð á sosialu miðlunum, koma tey at spyrja eftir tí. Og tað skal helst vera á enskum, sigur Annika Egholm, bókavørður.





