top of page

6 bøkur um gátur og uppfinningar

10.07.23

Dámar tær væl at loysa gátur? Ella at fáa innlit í, hvussu uppfinningar verða til? So geva hesar fimm gátuføru og uppfinningarríku barnabøkur tær júst tann heilafimleikin, tú hevur tørv á! Les meira um bøkurnar niðanfyri.


22 sannar gátur um uppfinningar

Hvussu gjørdist ein ísklumpur ein uppfinning? Hvat gjørdi Stephen Hawking fyri at prógva, at tað ikki bar til at ferðast í tíð? Hvørjir eru gátuføru pílarnir, sum eru í fjøllunum í USA? Søgurnar í bókini eru frá veruleikanum og snúgva seg um ótrúligar uppfinningar. Søgurnar eru skrivaðar sum gátur, sum tú kanst loysa. Les, hygg og hugsa.


Mín gløggi vinur

Krimigáturnar hjá Steintóri Rasmussen fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir í Føroyum. Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribyrgja og koma til lívs. Hugskotið er, at árvakni lesarin lærir seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.


Les eisini: 5 bøkur, sum vekja undran


18 duldarfullar gátur

Hvat er loyndarmálið við Bermudatríhyrninginum? Hvussu bar tað til, at Frælsisgudinnan hvarv? Hvat gjørdi gandakallurin Jasper Maskelyne fyri at lumpa nasistarnar? Í hesari bókini eru átjan gátuførar søgur úr veruleikanum. Tær eru sagdar sum gátur, so vita, um tú klárar at loysa tær. Les, hygg og gita. (Ábending: Alt, sum tú hevur brúk fyri, so tú kanst loysa gáturnar, er í tekstinum ella myndunum.)


Hvør uppfann hetta?

Hvør uppfann bilin, ljósperuna ella kovboybuksurnar, sum tú ert í? Einki, sum er rundan um teg, kemur úr ongum. Evnaríkir uppfinnarar, vísindafólk og verkfrøðingar hava uppfunnið tað! Hvør uppfann hetta? vísir, hvussu fólk fyri langari tíð síðani slóðaðu fyri øllum tí, sum vit brúka í dag í modernaðari tøkni, mentan og læknavísindum.


Les eisini: 5 framúr bøkur um fantastisk djór


21 sannar detektivgátur

Hvat gjørdi tjóvurin Lasse-Maja skeivt, soleiðis at hann varð tikin? Hvussu hjálptu 12 gløgg børn løgregluni at fanga ein brotsmann? Hví varð málið um at selja Eiffeltornið aldri meldað? Í hesi bókini eru 21 spennandi detektivsøgur. Allar eru frá veruleikanum, men tær verða fortaldar sum gátur. Loysnirnar til gáturnar finnur tú í tekstinum ella á myndunum. Les, hygg og lurta. Góða eydnu!


19 Søguligar gátur - frá Titanic til Dracula

Í bókini eru spennandi søgur frá veruleikanum. Søgurnar eru skrivaðar sum gátur, sum tú kanst loysa. Les, hygg og hugsa. Prei: Alt, tær tørvar at vita fyri at loysa gáturnar, er í tekstinum ella á myndunum.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page