
Summarbókin: - Mær dámar best bøkur, har onkur fortelur sína persónliga søgu
21.07.25
Hákun West av Teigum, sum hevur sín gerandisdag í týska hondbóltsfelagnum, Füchse Berlin, lesur fyri tað mesta, tá hann keðir seg. Í summar hevur hann kortini sett sær fyri at lesa eina bók um eina av sínum stóru fyrimyndum.
- Bókin, eg havi valt, snýr seg um, hvussu mann kann royna at motivera seg sjálvan, menna seg og fylgja sínum málum. Hvussu mann kann arbeiða við ymiskum mentalum fokuspunktum. Og tí haldi eg, at bókin hóskar seg avbera væl til tað, eg geri til dagligt. Og so er Ulrik Wilbek eisini ein av teimum størstu hondbóltsvenjarunum, sum hevur staðið á odda fyri bæði kvinnu- og manslandsliðunum hjá Danmark.
Les eisini: Set ferð á summarlesnaðin við okkara lesibingo
- Eg havi bert einar fimm vikur frí hetta summarið, so eg má fáa nógv burturúr, meðan eg eri heima í Føroyum. Tíðin gongur alt ov skjótt, tá mann hugnar sær um summarið. Eg elski at vera heima í Føroyum og slappa heilt av og fáa tankarnir aðrastaðni enn bara at handla um hondbólt.
- Oftast lesi eg mitt á degnum, um eg keði meg, ella einki havi at gera. Annars kann eg finna uppá at lesa nakrar síður um kvøldið, um eg ikki fái sovið. Tað plagar at rigga heilt væl. Eg kann gott finna uppá at lesa, tá eg keði meg. Daman og eg sótu eina ferð á einum bókasavni í Aarhus. Hon fyrireikaði seg til roynd, meðan eg einki hevði at gera. Eg fann mær eina bók, og har vóru vit sitandi í nakrar tímar. Tað eydnaðist heilt væl, í staðin fyri at sita við telefonini í tímavís.
Les eisini: Yndisbøkurnar hjá Livari Nysted um rannsóknarferðir
- Mær dámar best at lesa sjálvævisøgur ella “veruligar søgur”. Eg eri ikki størsti fjepparin av ævintýrum ella krimi, men kanska ein Lord of the Rings bók hevði kunna sníkt seg framat hjá mær, um tað skuldi verið okkurt í tí sjangruni. Men mær dámar best bøkur, har onkur fortelur sína persónliga søgu.
